10.03.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingar um fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum

Umboð fyri landsstýrið og vinnuna eru í hesum døgum við í samráðingum í Ekvador um at stovna ein felagsskap fyri fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum (SPRFMO).
Hetta er fimta samráðingarumfarið millum strandarlondini og tey lond, sum fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum.
Føroyar hava tikið lut í samráðingunum síðani fyrst í 2007, tá føroysk skip fóru at fiska rossamakrel á leiðunum har suðuri. Ein føroyskur fiskifrøðingur hevur eisini tikið lut í arbeiðinum at gera  stovnsmetingar av rossamakrelinum.
Endamálið við samráðingunum er fáa ein millumlanda sáttmála fyri samstarv um fiskiveiði í økinum, sum fevnir um botnfisk og ferðandi fiskastovnar, eitt nú rossamakrel.
Fundurin endar fríggjadagin 14. mars.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Fiskimálaráðið og til heimasíðuna www.southpacificrfmo.org