27.11.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingar millum Føroyar og Russland

Føroyar og Russland eru vorðin samd um fiskiveiðuavtaluna fyri 2008.
Tað, sum hevur sermerkt samráðingarnar hesuferð er, at svartkjatakvotan hjá føroyingum er minkað við 40%-um seinastu tvey árini, eins og makrelkvotan lækkaði 10% í ár.
 
Hetta gjørdi tað torført at varðveita avtaluna við Russland á sama støði sum undanfarin ár, tí føroyskur svartkjaftur er beinleiðis grundarlagið undir avtaluni.
 
Úrslitið av samráðingunum hesuferð er, at russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi er lækkað við 20.000 tonsum, úr 140.000 til 120.000 tons. Makrelkvotan er tann sama, 8.700 tons.

Avtalan verður undirskrivað á Hafnia

Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi er lækkað við 700 tonsum, úr 11.000 til 10.300 tons. Hjáveiðan av botnfiski hjá føroyskum skipum í russiskum sjógvi er hækkað úr 5% til 10%. 
Samráðingarnar í ár hava verið sermerktar av, at tað eru 30 liðin síðani partarnir fyrstu ferð undirskrivaðu eina avtalu í 1977. Samarbeiðið hevur verið støðugt síðani tá. Í hesum sambandi hátíðarhalda umboð fyri londini bæði 30-ára dagin, har eitt gott og mennandi samstarv kann staðfestast fyri báðar partar.