24.10.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samgonguskjalið

Soleiðis stendur í samgonguskjalinum um fiskivinnu, landbúnað og trygd, sum eru málsøkini hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni
 
 
Burðardygg fiskivinna
Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardyggar og geva størst møguligt búskaparligt avkast.

Hildið verður fast við fiskidagaskipanina. Arbeitt verður víðari við at gera neyðugar tillagingar av skipanini.

Arbeitt verður áhaldandi við at fáa lívfrøðiligu ráðgevingina at hvíla á so neyvum grundarlagi sum gjørligt. Økis- og gýtingarfriðingarnar verða varðveittar og støðugt eftirmettar við atliti at verju av høvuðsfiskasløgunum.

Miðað verður eftir at gagnnýta alt tilfeingið, so at allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í framleiðsluni.

Umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði.


Endurskoðan av fiskirættindum
Skipað verður fyri, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum, soleiðis at brúksskyldur fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið.

Sett verður skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtingssamtykt fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal eisini viðgera spurningin um útlendska kapitalpartin í vinnuni og spurningin um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskidøgum. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi á ólavsøku 2010.

Miðað verður eftir at gera skipanina fyri útróður einfaldari. Royndarveiða eftir ótroyttum fiskasløgum verður ment. Fiskiveiðieftirlitið verður hert.


Betraðir veiðimøguleikar
Menningarætlan verður gjørd fyri veiðimøguleikar uttan fyri føroyskt sjóøki.


Virðisøking
Fiskiríkidømið eigur í mest møguligan mun at virðisøkjast í føroyskum øki. Hagreiðingin skal fara fram á slíkan hátt, at mest møguligt fæst fyri vøruna.
Flutningskostnaður av rávøru skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum.
 
 
Landbúnaður
Landbúnaðarlóggávan verður eftirmett, og neyðugar broytingar gjørdar.
 
 
Trygd á sjónum
Hølistrupulleikarnir hjá Trygdarmiðstøðini verða loystir.