14.01.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Royndarsending av Navtex-boðum

Tórshavn Radio royndarsendur í hesum døgum Navtex-boð til skip kring Føroyar og undir suður-eystlandinum í Íslandi. Navtex-sendarin verður mettur sum týdningarmikið íkast fyri at veita skipum eina góða neyð- og trygdartænastu í føroyskum og íslendskum øki.

 

Tórshavn Radio er farið undir at senda Navtex-ávaringar til skip, ið eru á økið D, sum er tillutað Føroyum sambært altjóða avtalum um GMDSS neyð- og trygdarskipanina (Global Maritime Distress and Safety System). Avgjørt er, at Tórshavn Radio sendir Navtex-boð í tí tíðarbili, sum er tillutað Føroyum, men økið D fevnir eisini um partar av íslendska sjóøkinum.

 

Í royndartíðini verður Navtex-sendarin fyrst brúktur til at senda siglingar- og veðurávaringar. Seinni er ætlanin eisini at senda boð um eitt nú veðurforsøgnir og seismikk- og kolvetnisvirksemi.

 

Navtex sendarin er uppsettur Uppi á Varða við Oyggjarvegin í Tórshavn og hevur altjóða eyðkennið bókstav "D". Sent verður á millumbylgju týdd (frekvens) 518 kHz kl. 0030, 0430, 0830, 1230, 1630 og 2030 UTC.

 

Navtex-skipanin hevur kostað útvið hálva millión krónur og er partur av samlaðu útbyggingunum, sum Tilbúgvingarstovnurin ger í neyð- og trygdarskipanir sambært íløgujáttanini á fíggjarlógini.

 

Boðað verður frá, tá royndartíðin er av.

----

Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar til hetta tíðindaskriv fáast hjá Jóhan Jacob Jakobsen, leiðara á MRCC Tórshavn á tlf. 351302.