14.03.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Røðan, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, helt á FAS-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
HVÍ TAKA GJÓNNA Í TVEIMUM LOPUM ?
Kendi eingilski statsmaðurin Lloyd George segði einaferð, at tað var lítið skilagott at leypa yvir um eina gjógv í tveimum lopum, tá ið tað kundi gerast í einum. Boðskapurin er ikki til at misskilja. Tað ræður um váðafúsi, dirvi, rationalitet og alt tað, sum annars kann tæna eini verkligari søk heldur enn leti, mistreysti og ræðslu.
Fyri mongum árum síðani dagaði ein nýggj kapping undan í handilsskipa-vinnuni. Lond at kalla misbrúktu sítt nationala symbol, flaggið, afturfyri at fáa vinning burturúr pørtum av heimsflotanum. Tað var skjótt, at tosað var um hentleikafløgg, ringan stand, lág førleikakrøv, ja, um eina discount-loysn og verri enn tað. Til endans mundi dastið av hesum flota vera plimsollarar, sum bara havsins cowboyarar og ditto klondeikarar á landi tímdu at fáast við. Panama og Liberia gjørdust ímyndin av havsins flótandi kistum.
Avleiðingin av hesi sníkjandi kapping gjørdist til endans, at teir seriøsu aktørarnir í vinnuni, og londini teir virkaðu úr, máttu taka eitthvørt stig, soleiðis at ein heil og berandi vinna ikki skuldi flýggja út av landinum. Hetta er gjørt í eitt nú Isle of Man, Noregi og Danmark.
Í prinsippinum er tað skilaleyst at reka vinnupolitikk við at diffirentiera í landsins skattapolitikki, tað hugsi eg, at tey alra flestu eru samd við mær í. Somu sannføring hava teir helst havt í omanfyri nevndu londum, tá ið teir kendu seg noyddar at boygna, fyri at varðveita flota, vinnu, fíggjarsektor, tryggingarvinnu, shippingvinnu og handilin, sum var avleiðingin av skiparakstrinum. Teir valdu eina nettohýruloysn og hava síðani staðið seg væl og virðiliga í kappingini á heimshøvunum. Hýrurnar hjá teimum mynstraðu eru betri enn nakrantíð, útgerðarfeløgini hava tað gott og genereraði kapitalurin í samfelagnum er vaksandi. Ørvarnir á parametrunum ota seg upp ímóti skýloftinum.
Hvat gjørdu vit, og hava vit ein kjans?
Vit gjørdu, sum vit plaga. Gjørdu eina fyribilsloysn. Tað er ein so deiliga typisk føroysk handfaring av øllum málum. Pseudo, vit elska alt, sum er pseudo, trívast best sum ein bagatel ella sum ein parantes, eisini politiskt og vinnuliga. Trívast eftir øllum at døma best í lívd - í læ.
Politiska skipan okkara, sum í einum og øllum plagar at hava Danmørk sær til fyrimyndar, valdi aðra kós í farmaskipamálinum. Orsøkirnar kunnu vera so mangar. Ræðslan fyri hesi alternativu skattaskipan, óttin fyri, at fiskiskipaflotin, sum flytir okkum allan eksportin upp á land, fór at leggja trýst á fyri at fáa somu ágóðar o.s.v. Úrslitið gjørdist, at man valdi ta svensku skipanina, sum longu tá var ávegis at gera enda á stóra svenska flotanum. Ein afturberingarskipan, sum hvørki var heil ella hálv. Manningarnar fingu onki burturúr, reiðaríini fingu nakað, men komu tó ikki í eina nóg góða kappingarstøðu mótvegis teimum bestu skipanunum, sum vit kenna, og Føroyar fingu at kalla onki burturúr hesum, í hvussu er ikki í mun til, hvat kundi fingist burturúr, valdu vit at knæsett ta skipan, sum stóð best í altjóða kappingini.
Tey fægstu uttanvert høpið sjálvt vita, at vit tosa um tvær ymiskar skipanir, tvær ymiskar skrásetingar. Eina nationala og eina internationala. Gamaní brúka báðar skipanir sama flagg, men í prinsippinum ber til at siga, at tær umboða hvør sítt land, tí hevði tað av identitetsávum kanska verið skilagott at brúkt annað og nýtt flagg í FAS-skrásetingini heldur enn Merkið, sum eigur eina løðing av kenslum úti undir væðingini í hvørjari sál í hesum lítla landinum. Minnist tá ið norðmenninir byrjaðu at tosa um NIS-skipanina, tá skjeyt onkur upp, at hendan altjóða skipan geografiskt varð plaserað á Svaldbard, fyri at hon ikki skuldi vera mistikin við nationalu skrásetingina í Noregi.
Ná, vit valdu FAS-skipanina fyri áleið 16 árum síðani, og tað hendi sum væntað varð, - onki. Skipanin hevur í stóran mun bara verið brúkt av skipunum, sum vóru í nationalu skipanini frammanundan og onkrum hissini skipum, sum eru komin og farin úr og í aðrar skrásetingar.
Hartil hava vit implementerað hesa ússaligu skipan so intenst í samfelagið, at afturberingarskipanin er vorðin ein partur av landsins fíggjarætlan. Á fíggjarlóg landsins, har hendan altjóða skráseting fløkist ímillum mjólkastudningar, minstaforvinning og barsilsskipan. Júst hetta er kanska størsti samfelagsligi bágin við FAS. Hetta ger eisini, at borgarin í landinum ikki fatar skipanina sum eina skipan, ið liggur uttanvert nationalu skrásetingina, har bæði fiski- og farmaskip annars kunnu vera skrásett.
Spurningurin er nú, um vit og politiska skipanin eru meira búgvin enn fyri 16 árum síðani til at gera eina nýggja FAS-skipan, eina altjóða skipaskráseting, sum er rein, liggur í egnum regi, sum ein einsamøll cella, og sum hevur ta kappingarstøðu, at hon er tann besta í heiminum, samstundis sum full vissa er fyri kvaliteti t.v.s., at dagførd altjóða krøv áhaldandi verða sett skipum undir FAS-flaggi. Soleiðis tóktiskt tað undir samgongusamráðingunum, og samgonguskjalið boðar ítøkiliga frá, at vit nú hava eina samgongu í landsins stýri, sum tekur støðuna í fullum álvara, og ætlar sær at gera nakað við hana.
Til teirra, sum nú fara undir at virka fyri hesum, skal mítt tilmæli vera, at vit ítøkiliga fáa knæsett í føroyskum hugburi, at hetta ikki snýr seg um eina nationala, men um eina internationala skipan. Ein skipan sum liggur uttan fyri føroyska samfelagið, men sum vit umsita og stjórna.
Verður rætt framfarið, og megna vit at finna røttu ráðgevararnar til hesa kompleksu uppgávu, so ivist eg onga løtu í, at vit um fá ár hava eina FAS-skipan har mong hundrað, ja, fleiri túsund skip eru skrásett, sum úr primervinnuni ikki fara at geva tað heilt stóra íkastið til samfelagið, men sum ígjøgnum genereringina, umvegis shipping, trygging, finans og aðrar vinnugreinir, fer at vaksa um Føroyar, og sum hartil fer at flyta okkum við risafetum út í alheimin, sum hetta inntonkta fólkaslagið mitt í sjónum hevur havt so stórar trupulleikar av.
Nú má røkka ella støkka. Spurningurin er, um tað skal vera business as usual, ella um tað skal vera ein nýggj handilsvinna, vit nú fara undir at lyfta.
Míni ráð skulu vera tey somu sum hjá fyrrverandi premierministara Bretlands, Lloyd George, latið okkum taka lopið um gjónna í einum hesaferð ! Heldur taka kjansin og taka váðan og vandan á okkum, sum er at skrædna í klovinum, lat okkum royna altjóðagerðina og vinna nakað av peninginum, sum stendur á gáttini og gálvar beint upp í fjesið á okkum.
Alternativið er, at vit taka lopið um gjónna í tveimum, tá er full trygd og vissa fyri, at kroppurin, FAS-skipanin, liggur og spraklar at kalla lívleysur í gjáarkleivuni í nøkur ár afturat. Tá kann so eitt nýtt ættarlið av politikkarum royna at bøta um allar fyribilsloysnirnar, sum eftirhondini eru vorðnar eitt nationalt mantra í Føroyum. Blíðan byr yvir høvini, tit sum nú fara undir at skipa og selja eina nýggja skipan. Okkara lutur í skrásetingar- og skipaeftirlitsmálum skal í hvussu er ikki liggja eftir. Og til seinast ein sera stór tøkk til tykkara, sum hava fyriskipað og stuðlað hesi ráðstevnuni, sum vónandi gerst meginkatalysatorurin í endurvunna rákinum í FAS-málinum. Einum máli, sum skuldi ligið meira til høgrabeinið hjá havrennandi føroyingum, heldur enn nakrari aðrari tjóð í heimi.