22.08.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Røðan hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, á Sjómannadegnum 2011
Góðan morgun øll somul
Klaksvíkingar
Norðoyingar
Og gestir frá nær og fjar!
Tað er mær ein stórur heiður og gleði at vitja her í dag í sambandi við Sjómannadagin 2011 – og at seta dagin.
Sjómannadagurin er evnaður til av sjálvstøðugum fólki, sum leggja egnan rygg til tiltakið. Av egnum áhuga vilja tey lýsa eina vinnu øðrvísi, enn hon verður lýst allar aðrar dagar í árinum. Spírin er sprottin úr tykkara øki her norðuri, og fleiri av tiltøkunum, ið dagurin fevnir um, eru partar av vinnumynstri tykkara. Onnur tiltøk lýsa vinnu ella ítriv aðrastaðni, og øll kunnu setast í samband við sjógvin.
Sjómannadagurin lýsir bæði søgu og nútíð – hann fevnir um álvara, skemt og leik – og samstundis er hann vorðin sín heilt egni. Eitt øðrvísi og gott alternativ til summarstevnur, festivalar, tónleikatiltøk og ítrótt.
Og júst hetta, at Sjómannadagurin er egin, gevur honum sítt sjálvsagda pláss í álmanakkanum. Hann er eitt familju- og frítíðarátak, men sanniliga eisini ein mentanarberi, ið knýtir fiski- og sjóvinnu okkara at øðrum yrkis- og samfelagsbólkum.
...
Eitt eyðkenni í samfelagsgongdini seinnu árini hevur verið, at støðugt størri partur av fólki okkara arbeiðir í øðrum yrkisgreinum enn fiskivinnuni. Av somu orsøkum metir onkur, at týdningurin av fiskivinnuni, sum vinna, er minkaður tilsvarandi.
Ogur, sum umsita og arbeiða við hesum øki politiskt, og øll tit, sum vinna til dagsins breyð í fiskivinnuni – vit vita betur! Týdningurin hjá fiskivinnuni er ikki minkaður seinnu árini – tvørturímóti. Tí í dag, eins og í tíðum sum koma, verða allir teir mest avgerandi spurningarnir um vælferð og búskap tengdir at okkara felags evnum at umsita og virka rætt innan fiskivinnuna.
Og so løgið tað ljóðar, eru tað ikki bert vit, ið hava hesa fatan í dag.
Øll tey væl lærdu á skrivstovum og stovnum kring landið hava somu fatan: fiskivinnan – og menning innan hana – hava avgerandi týdning fyri vælferð og búskaparvøkstur í landi okkara.
Í so máta – haldi eg – hevur makrelmálið havt ein ávísan týdning. Tað minnir fólk á, at tilfeingið og arbeiði okkara hevur eitt stórt virði.
Tað er, - og skal framhaldandi verða - ein stoltleiki at hoyra heima í fiskivinnuni og at umboða hana. Fiskivinnan verður aftur viðgjørd breitt í almenninginum og er javnan ovast á tíðindabreddanum.
Ein aðaltáttur í virkinum hjá okkum politikarum eigur altíð at vera at taka avgerðir í langtíðarhøpi við atliti at heildini.
Í stuttum at spyrja: hvussu tryggja vit øllum Føroyum besta búskaparliga úrslitið í tíðum sum koma?
Tann stóra andsøgnin í slíkum arbeiði verður tó ofta at rætta avgerðin fyri heildina í langtíðarhøpi kann kennast skeiv, og kanska áleypandi fyri ávísar yrkisbólkar í stutttíðarhøpi.
Men lat meg gera tað púra greitt! Tað er ongantíð okkara politiska ætlan at ganga avísum yrkisbólkum ov nær.
Ætlan okkara er, sum sagt, at skapa so stór búskaparlig virði sum møguligt, og skuldi tað hent, at ætlan okkara kennist sum eitt afturstig fyri onkran, so skal tað bert vera í eitt avmarkað tíðarskeið.
Samlaði búskaparvøksturin skal koma seinni, og hann gagnar øllum.
Eitt høvuðseyðkenni fyri vinnu okkara – bæði fiski- og alivinnuna – er, at hon livir sítt frælsa lív. Úr djúpum aldudølum upp á hægstu kambar.
Vinna tykkara í hesum øki ber síni boð í so máta. Og tað frøðir meg almikið at staðfesta, at partar av vinnuøkinum eru virkin í dag og geva avlop, samstundis sum tey eru ment tøkniliga.
Eg loyvi mær at nevna nøkur dømi:
· Stásiliga skipið “Norðborg” hevur sítt avgjørda pláss í uppsjóvarvinnuni, eins og onnur skip í hesum øki innan hesa vinnu
· Kósavirkið er aftur virkið og hevur leiðandi leiklut inn botnfiskavinnuna
· Vit kunnu staðfesta, at rakstrarúrslitini hjá JFK eru góð
· Og hetta økið umboðar týðandi partar av alivinnuni, ið framhaldandi hevur avgerandi týdning fyri búskap okkara
Hesi dømi eru bert nøkur fá. Eyðvitað finnast fleiri.
Dømini skulu minna okkum á, at á teimum vinnuøkjum, har tað í dag ikki gongst eftir vild, ja har kann vend koma í sera skjótt, so vøkstur og menning aftur bera vinnuøkini inn í eina bjartari framtíð.
Vit liva í trúnni á, at viðurskiftini í fiskivinnuni broytast meira enn í øðrum vinnum. Men, vit liva samstundis í tí trúgv, at broytingarnar ikki bert eru til tað verra – tvørturímóti, vit vita, at í fiskivinnuni kanst tú sanniliga hava tíðirnar við, liva í viðráki, har møguleikarnir fyri menning og vøkstri eru sjálvsagdir.
Vit vita, at hesir møguleikarnir eisini liggja fyri framman hjá teimum pørtum av vinnuni, ið eru í tungum sjógvi í dag. Tíðin arbeiðir fyri teimum.
...
Kæru áhoyrarar!
Sjómannadagurin í 2011 verður hildin sjeynda árið á rað. Í hesum sambandi loyvi eg mær at bera fram eina tøkk til tey fólk, ið leggja rygg til og tryggja, at dagurin er veruleiki.
Dagurin er sermerktur, tann einasti av sínum slag í Føroyum. Hann knýtir bond og styrkir vinaløg, í álvara, men sanniliga eisini í gleði og gaman.
Eg vil ynskja øllum tykkum ein góðan Sjómannadag;
og til sjófólk okkara: blíðan byr og Harrans signing í tíðum, sum koma.
Við hesum orðum lýsi eg Sjómannadagin 2011 at vera settan.
Johan Dahl, landsstýrismaður