21.04.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður helt í morgun
BETRA HELVTIN AV FØROYALANDI
Verið vælkomnir til land okkara kæru gestir og oddvitar í vísindum.
Land okkara, sum flestu tykkara vitja á fyrsta sinni, hevur ein sjálvsagdan lagnufelagsskap við havið. Víddin á havleiðunum innanvert 200 fjórðinga fiskimarkið er 275.000 kvkm. ímeðan víddin á tí sum uppundan fjarar eittans er 1399 kvkm. Harvið er lutfallið áleið 1:200. Avleiðingin er sjálvandi, at lívið og vælferðin hjá fólkinum í oyggjunum frá landnámstíð hava verið nær tengd at tí, sum kundi fáast burturúr livandi tilfeinginum, tað veri seg fiskur, hvalur, fuglur o.s.fr. Hetta gongur eisini aftur í øllum lívsins viðurskiftum, eitt nú í mentanini og litteraturinum. Eitt slag av einum verðsligum mantra. Eitt ørindi í yrkingini “Miðamaðurin” hjá sakføraranum, politikaranum og poetinum Sigurð Joensen, sigur meira enn nógvir fyrilestrar um leiklut havsins í Føroyum:
Men tað, sum aldrin uppundan fjarar
er betra helvtin av Føroyalandi.
Og land at nema, ið havið fjaldi,
varð lív og vísindi miðamansins.
Fiskiveiða var í mong hundrað ár viðfáningur og hjávinna í landbúnaðinum. Reiðskapurin var húkur. Strukturelt var samfelagið skipað vinnuliga undir leiðlsu av einum sterkum feudali. Fyri stórt hundrað árum síðani kemur hóttafall á gomlu skipanina, og spírarnir til eitt industrialiserað fiskivinnusamfelag taka seg fram við risafetum. Síðani menti seg fram eitt slag av einum diarré-búskapi, har framleiðslan úr havsins tilfeingi er høvuðsgrundarlagið undir vøruinnflutninginum í framkomna vælferðarsamfelagnum.
Áðrenn fiskimørkini vóru flutt út í seksti- og sjeytiárunum høvdu føroyingar ein sjáldsama stóran úthavsflota. Royndu við troli, húki, snurriváð og nót í øllum norðurhøvum, frá Nova Scotia eystur til Novaya Zemlya og frá Jan Mayen suður í Norðsjógvin. Høvini vóru fræls, tilfeingið hvørsmansogn og ásetingar um reiðskap vóru individuellar, avgerðir sum lógu í hondunum á teimum, sum vóru hertiknir av heimsins sterkastu urkraft – veiðimentanin.
Avmarkingarnar í atgongdini til havsins ríkidømi, sum gjørdist veruleiki, tá ið fiskimørkini vóru flutt endaliga út á 200 fjórðingar, broyttu allar fyritreytir fullkomiliga. Serliga hjá londum sum høvdu ein stóran úthavsflota. Føroyar vóru eitt teirra. Úrslitið gjørdist sjálvandi, at heimtikni flotin kendist rættiliga malplaseraður á nýggju leiðunum. Bæði í stødd og viðvíkjandi reiðskapi í mun til tær veiðinøgdir, sum kunnu takast úr stovnunum, ið eru undir føroyskum ræði.
Sum fráleið gjørdist tað politikarum, fiskifrøðingum og fiskimonnum greitt, at heilt nýggir strukturar máttu skipast, skuldi javnvág koma aftur í fiskiskapin, tvs. ein veruligur balansi ímillum veiðiorku og optimala resoursurentu. Úrslitið gjørdist lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994. Meginásin í lógini er fiskidagaskipanin, ið var ætlað sum ein sjálvregulerandi skipan, ið skuldi vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg. Fiskidagaskipanin er harumframt regulerandi fyri brúki av fiskireiðskapi. Skipanin hevur í stóran mun virkað eftir ætlan, og gamla stríðið ímillum teir ymisku veiðihættirnar og ymsu reiðskapirnar hevur lítið verið at hoyrt til. Viðvíkjandi høvuðsstovnunum hevur upsin, kongafiskurin og blálongan fyri tað mesta verið tikin við troli, ímeðan toskurin, hýsan og longan eru fiskað við húki. Politiska skipanin avger, hvussu mong veiðiførini eru í hvørjum bólki, og ásetingar eru um t.d. meskastødd. Eitt sterkt amboð í stovnsrøktini er heimildin hjá fiski- og tilfeingismálaráðharranum til eina og hvørja tíð at kunna taka avgerð um at friða serliga vital økir, m.a. gýtingarleiðirnar, hjá ymsu fiskasløgunum.
Í løtuni er politiska skipanin farin undir eina gjøgnumgangandi evaluering av allari skipanini. Serfrøðingar í fiskiskapi og fiskifrøði sita í løtuni í nevnd og viðgera og meta um gongdina, síðani nýggja skipanin fór at virka. Serligt atlit verður tikið til veiðiorkuna í mun til tað, sum fiskifrøðingar meta kann takast úr teimum ymsu fiskastovnunum á hvørjum ári. Endamálið er áhaldandi at halda fokus á burðardyggari veiði. Frægasta vøran, sum framleiðarar kunnu selja á heimsmarknaðinum í dag. Burðardygg veiða er ikki bara eitt tíðarfænomen, tað snýr seg nógv meira um at framtíðartryggja samfelagið, soleiðis at allir okkara eftirkomarar eisini kunna liva eitt virðiligt lív av profittinum úr egnum sjógvi. Tað sama er galdandi fyri londini, sum tit umboða í Norðurlandahúsinum í heimsins minsta høvuðsstaði í dag. Tá ið omanfyrinevnda serfrøðinganevnd er liðug við sítt virkið, fer landsstýrimaðurin at seta niður eina nevnd, sum skal evaluera høvuðsstrukturin í sjálvari lógini um vinnuligan fiskiskap og koma við einum tilmæli um, hvussu vit totalliberalisera, hvussu vit implementera fullkomnu marknaðarkreftirnar í føroyska fiskivinnu, samstundis sum vit røkka neyðuga setninginum um optimala burðardygga vinnu. Fokus er ein tilfeingisbúð, ein fiskidagamarknaður, har veiðirættindi eru til sølu í fríum útboði, alt eftir hvussu nógv biologiska trýstið kann vera á fiskastovnarnar. Veiðirættindini eru sum kunnugt ogn fólksins og liggja harvið ikki í privatum regi, soleiðis sum vit kenna tað úr øðrum londum.
Fiskirannsóknarstovan er ein sentralur stovnur í føroyska samfelagnum. Tað skuldi verið løgið annað, so treytað sum lívið í oyggjunum er av tí, sum úr havinum kemur. Frøðingarnir, starvsettir á lívfrøðiliga granskingarstovninum, hava í eitt áramál luttikið í altjóða samstarvi um fiskireiðskap, serliga í felagsskapinum ICES, og okkara nýíkomna støða, sum atlimir í FAO, fer við vissu at styrkja motivatiónina og menna arbeiðshugin. Landsstýrismaðurin er ógvuliga takksamur fyri og ikki sørt errin av, at tað hevur eydnast eldsálunum á stovninum, og her fari eg serliga at nevna Bjarta Thomsen og Kristian Zachariassen fyri teirra leiklut í fyrireikingini, sum gjørdi tað møguligt at flyta alt hetta kremið av vísindamonnum higar til lands at viðgera mál av so vitalum slagi. Á sama hátt sum tit, ætla vit at brúka rødd okkara til fulnar, ætla at standa øksl við øksl við hini limalondini í FAO, í stríðnum fyri burðardyggari veiði, ið kann vera við til at tryggja heimsins borgarum veruliga heilsugóða føði. Sama svongdin, sum í hesum døgum herjar fátæku londini frá Haiti til Egyptalands, hótti eisini okkara forfedrar. Havið loysti bond teirra. Vit eru búgvin og eiga viljan saman við tykkum at tryggja, at høvini framhaldandi, í ókomnum døgum, vera ein súla undir matvøruleveransunum hjá øllum okkara medborgarum.
Fyri fáum døgum síðani vitjaði Al Gore hetta sama land, og ikki sørt parallelt var temaið veðurlagsbroytingar. FTFB er ein alneyðugur felagsskapur, nú tað leikar á av øllum ættum. Fyritreytirnar eru broyttar munandi viðvíkjandi fiskiveiði hesi seinastu árini. Við frælsum høvum og bíligari orku ráddi bara um at hóva sum mest upp úr havdýpinum. Nú standa allir parametrarnir øðrvísi. Nøgdirnar eru avmarkaðar, orkan næstan ikki keypandi og skapanarverkið er farið at siga frá, at grádigheitin nú hevur rokkið sínum mørkum. Tað skal nógv granskingararbeiði gerast frameftir, skal syntesan finnast burtur úr fleiri sløgum av tesum og antitesum. Og krøvini um umhvørvisvinarligan reiðskap fara ivaleyst at herðast sum frá líður. Tit, sum manna hetta valaliðið hjá FTFB, vera ikki arbeiðsleysir í bræði, og eg skal vegna land mítt hervið vátta, at okkara lutur skal ikki liggja eftir.
Til endans skal eg sum eitt kuriosum nevna, at politiska regime, sum nú situr, hevur tikið avgerð um, at nýtt havrannsóknarskip skal smíðast fyri hin aldrandi “Magnus Heinason”. Fyri at geva okkara egnu og fremmandum granskarum bestu kor at virka undir. Ein framtíðaríløga í júst tað, sum hendan stevnan viðger. Verður fíggjarlógin samtykt, soleiðis sum stjórnin fer at leggja hana fram í parlamentinum, verður farið undir at projektera nýggja skipið í hesum árinum, og helst skal tað vera klárt til havrannsóknir í føroyskum og fremmandum sjógvi í 2011.
Soleiðis grør um gangandi fót. Ein civilisatión sum ætlar og vil nakað krevur amboð av slíkum slagi. Vónandi verður hendan stevnan til mikla menning á tykkara starvsøki, vónandi fara úrslit tykkara at sivja spakuliga út í samfelagskyknurnar, í hvussu er hava tit gjørt Føroyum stóran heiður, hvør í sær at koma allan tann langa teinin úr heimlandinum og higar. Hervið er ráðstevnan hjá hesum serliga virkisbólkinum undir ICES-FAO sett.
Tórbjørn Jacobsen
Landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum