Røða hjá Dennis Holm, landsstýrismanni, á aðalfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd 5. apríl 2024
Góðan morgun – og takk fyri innbjóðingina og fyri møguleikan at siga nøkur orð, nú Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ársaðalfund her í Løkshøll í Runavík. Ráðið fyri Ferðslutrygd er jú eitt øki, ið eg, sum landsstýrismaður við samferðslumálum, eisini havi sum ábyrgdarøki.
Okur kenna tær onkursvegna øll.
Hesar støðurnar har tú møtir einum bili, eyguni á bilføraranum eru ikki á vegnum, men á fartelefonini, sum í myrkrinum lýsir upp í andlitið, meðan bilurin við ferð koyrir framvið.
Ella støðurnar, har tú koyrir heim í bussinum og sær niður á bilføraran, sum hevur eina hond á rattinum og í hinari hondini er fartelefonin, Facebook-vangin er opin og eyguni eru eisini har. –Hvør skal siga, “man tað verða nakað nýtt at frætta síðani eg fór úr túninum fyri løtu síðani?”
Ein vármorgun fyri tveimum árum síðani var eg mitt í einari slíkari støðu. Komin av Smyrli og til gongu á veg niðan til arbeiðis á Søgu- og Samfelagsdeildini kom eg til gonguteigin, áðrenn matstovuna Angus og fór út á gonguteigin, tvørtur um vegin. Í rundkoyringini kom ein hvítur vøruvognur – ein arbeiðsbilur – og førarin hugdi ongantíð upp frá fartelefonini frá tí hann kom í rundkoyringina inntil hann fór framvið gonguteiginum, sum eg var bakkaður út av aftur. Hann sá meg ongantíð, men hevði helst hoyrt meg, um eg ikki bakkaði út aftur av gonguteiginum.
Fleiri okkara hava eisini upplivað myrkar vetrarmorgnar í regni ávegis í skúla við børnunum, har vaksin í myrkum klæðum eru til gongu uttan endurskin, og man fær ein hvøkk, tá tey knappliga eru har, beint við bilin.
Ella sum hendan morgunin í februar, tá eg á veg heimaftur í bili, eftir at børnini vóru sett av við skúlan, møtti einum myrkum skugga við ferð koma ímóti mær í mínari síðu av vegnum. Eg ivaðist hvat tað var og tók ferðina av bilinum – og ein ungur drongur, í myrkum klæðum, uttan endurskin, hjálm ella ljós, streyk framvið bilinum á einum el-rennihjóli.
Dagliga eru tað støður í ferðsluni, sum eru vandamiklar. Nógvar av støðunum eru ella kunnu gerast vandamiklar, tí amboð ella flutningstól, sum kunnu gera støður ótryggar fyri okkum øll, eru partur av ferðsluni.
Sum vera man – næstan sum til ein fótbóltsdyst, har okur øll hava meiningar um dómaran og dømingina – so eru eisini nógvar meiningar og hugsanir um, hvussu øll hesi viðurskiftini í ferðsluni áttu at verðið skipaði.
Men ferðslutrygd er ikki ein fótbóltsdystur, men ein spurningur um trygd í ferðsluni – og um at forða fyri, at fólk doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku – eins og tað stendur í Null-hugsjónini, sum kom inn í §1 í Ferðslulógini í 2006, eftir áhaldandi ynski og forarbeiðið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Og Ráðið fyri Ferðslutrygd er ein stinnur og støðugur lyklaleikari, tá tað kemur til at varpa ljós á ferðslutrygd.
Við áhaldandi fokus á spurningin um ferðslutrygd og við 8 fokusøkjum í Ferðslutrygdarætlanini er Ráðið fyri Ferðslutrygd sera sjónligt í almenna rúminum. Ikki minst við áminningum um týdningin av at hugsa ferðslutrygd í øllum liðum frá Koyr bara! Alt annað er býtt – til – Ikki koyra skít, eitt glas er eitt ov nógv – til seinastu herferðina Brúkar tú blinkaran? – og so ikki minst árligu afturvendandi áminningina um at verða varin í ferðsluni, tá skúlarnir byrja aftur.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eisini í Ferðslutrygdarætlanin eina røð av tilmælum um, hvussu bøtast kann um ferðslutrygdina. Og nú ein dagføring av Ferðslulógini er borin í Løgtingið og hevur verið til 1. viðgerð, so hava okur eisini tikið til eftirtektar nakrar av tættunum.
Millum annað er ein broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og onnur handhildin samskiftistól, har sektin verður hækkað, umframt at klipp verður givið í koyrikortið fyri nýtslu av handhildnari teleútgerð ella øðrum samskiftistóli, meðan koyrt verður. Hetta er tilmælið nr. 54 í Ferðslutrygdarætlanini.
Onnur broyting er krav um, at skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni. Okur hava jú sæð seinastu árini, at koyring undir ávirkan av rúsevnum hevur vundið uppá seg, og hevur m.a. løgreglan heitt á aðalráðið um at víðka skeiðið um rúsdrekka og ferðslu til eisini at fevna um rúsevni.
Ein triðja broyting er, at bann verður sett fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, sum ferðslulógin fevnir um, og er hetta til dømis galdandi fyri el-rennihjól, segboard, segway og uniwheel á vegnum.
Tilmæli nr. 1 í Ferðslutrygdarætlanini fevnir um at seta á stovn eina Skaðanevnd – og er tað arbeiðið farið ígongd og játtan sett av til endamálið á fíggjarlógini. Arbeitt verður í løtuni við fyrireiking av skipanini av Skaðanevndini og eru avvarðandi myndugleikar við í tí arbeiðinum, nú nýtt lógarverk verður fyrireikað.
Endamálið við Skaðanevndini er sum kunnugt at fáa samskipað kanningar av ferðsluvanlukkum millum avvarðandi stovnar og fáa sett orð á møguligar orsøkir til hví ferðsluvanlukkur henda, og á tann hátt vera við til at fyribyrgja aðrar ferðsluvanlukkur.
Hetta skal virka við til økta ferðslutrygd kring landið og til at náa aðalmálinum við Null-hugsjónini um at “ongin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í føroyska vegakervinum” – eitt aðalmál í Ferðslulógini, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd eigur sín stóra leiklut í.
Eg skal enn einaferð takka fyri innbjóðingina og møguleikan fyri at siga nøkur orð – og ynski tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund.
Takk fyri.