Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum helt allahalguna røðu í Søldarfirði
Tað er mær ein stórur heiður bæði yrkisliga sum myndugleiki og persónliga sum ættarfólk at halda hesa minningarrøðu teirra sjólátnu í Søldarfirði í dag. Menn úr hesi bygd umboða lagnuna hjá okkara landsmonnum sum heild. Tað, ið bygdin hevur verið ígjøgnum, hevur landið verið ígjøgnum. Sjómansins lagna er okkara felags lagna, tí savnast vit til minningarhald í dag.
Søldarfjørður er ein av teimum bygdunum í Føroyum, ið hevur verið sera hart rakt.
Av stórum vanlukkum, sum hava merkt bygdina, er at nevna sluppirnar Immanuel og Lauru . Við Immanuel í 1932 fór ein stórur partur av monnunum í bygdini, millum teirra ættfedrar mínir. Slíkar hendingar skaka eina heila bygd og alt fólkið íkring. Við Immanuel og Lauru, sum fórust fyri 75 árum síðan og við Stella Argus, sum fórst fyri 50 árum síðan og sum minnisvarði nú eisini er reistur yvir í Kvívík, sjólótust tilsamans 60 mans. Æra verið minnið um teir.
Í stovuni hjá ommu okkara hekk ein mynd av sluppini Immanuel.
Eg hugsaði nógv um hesa mynd sum smádrongur. Myndin var tilknýtið til abban Georg og sorgarleikin, tá sluppirnar Immanuel og Laura gingu burtur við mann og mús í ódnarveðri undir Íslandi fyri 75 árum síðan.
Hóast søgan var døpur, dámdi mær at hoyra um abban sum fórst á ungum árum, um langommu og langabba, sum mistu einasta sonin og mammu sum fyrstu árini eftir hendingina búði hjá ommuni og abbanum, tí at mamma hennara fór av landinum at nema sær útbúgving fyri at kunna lívbjarga teimum.
Myndin av Immanuel er eisini ímyndin av eini bygd, sum misti størsta partin av forsyrgjarunum.
– um hjálpsemi tá á stóð.
– um vinarløg sum hildu alt lívið.
– um sterka gudstrúgv.
– og um hvussu baldrut og hættisligt tað mangan var at hava hjallin á sjónum tá í tíðini.
Børnini vuksu upp við, at pápin var burturi. Sonur tók við ábyrgd eftir faðir og legði út aftur á dýpið, hóast tryggleikin var ongin. Ábyrgdin móti heimafólkinum og tann gylti fongurin taldu meir enn alt annað, tí hevur sjómaðurin lagt so nógv eftir seg. Hvar vóru vit stødd í dag, um teir ikki løgdu út aftur á hav og vunnu okkum tey fiskirættindi, vit í dag kunnu troyta? Teir góvu seg, fyri at vit kundu fáa. Hesir menn eiga stóran heiður uppibornan.
Eisini eftirkomarar eftir menn, sum fórust í teimum vanlukkum, sum eg havi nevnt hava verið undangongumenn i fiskivinnuni.
Minnisvarðar um sjómenn verða ofta lýstir gjøgnum kvinnuna, sum lítur út á hav saman við barninum í sakni sínum. Hon, sum varðaði av manninum, er vorðin ein varði um mannin. Tann føroyska kvinnan hevur mangan staðið einsamøll við fullari ábyrgd av húsi og heimi. Orðatakið sigur: “Bert er bróðurleyst bak”, og tað hevur mong kvinna sannað, men við sterkari gudstrúgv og hjálp frá góðum fólki, gjørdi mótburðurin hana sterka, tí gudstrúgvin var sálarfrøðin, sum gav vón mitt í vónloysinum, og sum bar, tá alt annað brast.
Fátt kann feigum forða er lívsins grundlóg, sum ongin kann seta seg upp ímóti. Hetta kennir kvinnan til, og tað lýsir Johanna Maria Skylv Hansen í yrkingini um spunalagið hjá nornunum, ið spinna lívsins lagnu:
“Nornan, hon spinnur vár lagnutráð
bæði við liðum og hóllum á,
fáur fær tráðin heilt slættan,
ein táttur er silvur, ein annar er gull,
tann triði ein tárakelda so full,
tó spinnur hon tráðin rættan,”
Mangt gullið og silvurið hevur sjómaðurin vunnið til lands. Tann gylti fongurin í fullari last, er stoltleikin og framtíðin hjá konuni og manninum, tí tað er við tí gylta fonginum, vit byggja land. Men var tann gylti tráðurin einsamallur, so var lív okkara fátækt, tí so var fongurin alt. Tann triði tráðurin er tárakeldan, sorgin, sum er tann reinasta kenslan í sálarlívi okkara. Sorgin er ósjálvsøkin, tí tá sleppir tú øllum.
Neyðugt er, at træðrirnir eru ymiskir, fyri at vit skulu vera heil menniskju. Og tí tekur yrkjarin soleiðis til: “tó spinnur nornan tráðin rættan,” tað var ikki eitt mistak, tað prógvar síðsta ørindi:
“tí hann, ið gav okkum lív og ond,
heldur í spunalag, heldur um hond,
so hansara leið vit finna.”
Vit eru ikki harrar yvir lívi og deyða, tí annar heldur um hondina. Teir, sum sjólótust, eru farnir í Harrans hendur. Vit æra teir eina slíka minningarløtu við at geva orðinum hold og sum myndugleiki geva teirra lagnu mál, so eisini næsta ættarlið kann minnast og kennast við teir.
Nógv er gjørt fyri at bøta um korini hjá okkara siglandi fólki. Vit eru dagførd við nýggjastu tøkni og samskiftisútgerð, vit kunnu fylgja við um fylgisvein, hvar skipini eru stødd, og senda tyrlur á staðið eftir stuttari løtu, men at forða feigum kunnu vit ikki. Tilburðurin umborð á føroyska trolaranum Herkules fyrr í ár, tá 11 mans doyðu, ber boð um hetta. Vit hava samkenslu við teirra avvarðandi og landsmonnum teirra.
Nei, forða feigum kunnu vit ikki. Tí hendir tað aftur og aftur, at vit sum tjóð gerast avvarðandi. Tað er eitt ríkidømi í fólki okkara, at vit standa saman, tá á stendur. Tað vóni eg fer at standa við, hóast tíðir skifta, og rák venda. Eg havi samkenslu við tykkum, ið mist hava, og vil á henda hátt vísa teimum farnu virðing og sóma vegna Føroya land og fólk.
Vit minnast í tøgn hesar, ið farnir eru:
Magni Hentze, 35 ár av Tvøroyri, druknaði 31. desember í fjør
Símin Berthelsen, 53 ár av Strondum, doyði umborð á Strandingi 8. januar í ár
Marnar Fríðrikur Dam, 36 ár úr Oyndarfirði, doyði umborð á alibátinum Jónleyg 21. mai í ár.
Friður verið við minninum um teir.
Takk fyri.