25.05.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ránsveiða í Norðuratlantshavinum munandi minni – men enn er tørvur á at vera á varðhaldi

Takka verið umfevnandi samstarvi um eftirlit millum londini kring Norðuratlantshavið og gjøgnum NEAFC og NAFO seinastu tvey árini, er ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi munandi minkað. Her er serliga talan um kongafisk í Irmingerhavinum og tosk í Barentshavinum. Tó eru framvegis grundir til at vera á varðhaldi og at styrkja samstarvið enn meira, serliga við lond í Asia og Afrika, har fiskur úr Norðuratlantshavinum eisini verður landaður.
 
Hetta var niðurstøðan á 13. árliga fundinum millum fiskimálaráðharrarnar í Norðuratlantshavinum, sum endaði í Malta leygarkvøldið. Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, luttók á fundinum saman við ráðharrunum úr Kanada, Noregi, Íslandi og Grønlandi, umframt umboðum fyri Russland. Verturin fyri fundin í ár var ES kommisserurin fyri fiskivinnumál, Joe Borg, sum sjálvur er av Malta.
 
Stríðið imóti ólógliga fiskiskapinum hevur staðið við í nøkur ár og nógv framstig eru gjørd, men hetta er ein tilgongd, sum má halda fram. Komandi stig í arbeiðnum verður at skipa sporføri til tess at avmarka marknaðaratgongdina hjá fiski, sum er fiskaður ólógliga, tó uttan at leggja forðingar fyri lógliga veiddum fiski.
 
Ráðharrarnir staðfestu, at ólógligi fiskiskapurin í Norðuratlantshavi er ein globalur trupulleiki. Samstundis sum havnirnar í Europa eru stongdar fyri skipum, sum fremja ólógligan fiskiskap, verður veiðan nú landað í Vesturafrika og í Asia. Tí er tørvur á at samstarva við fleiri lond og at hjálpa menningarlondum at styrkja teirra førleika at taka lut í samstarvinum. Ráðharrarnir vóru samdir um at skipa fyri eini felags alheims ráðstevnu at seta gongd á víðkaða samstarvið.
 
Ráðharrarnir fingu kunning um seinasta nýggja innan rákið um veðurlagsbroytingar og avleiðingar fyri fiskivinnu. Í hesum sambandi greiddi Tórbjørn Jacobsen í stuttum frá um Trans Atlantic Climate Conference í Føroyum í apríl og ætlanir at menna granskingardepil í Føroyum fyri klima og havgransking.
 
Burðardygg gagnnýtsla av øllum havsins livandi tilfeingi varð eisini umrødd. Í hesum sambandi var kópaveiða serliga tikin fram, og kópaveiðilondini kring Norðuratlansthavið gjørdu vart við sína ónøgd um, at ávís ES lond hava sett innflutningsbann ímóti kópaskinnum. Veiðulondini kring Norðuratlantshavið, har burðardygg gagnnýtsla av havsúgdjórum hevur stóran týdning, haruppi í Føroyar, fara at venda aftur til hesar spurningar á framtíðar fundum á ráðharrastigi.
 
 
Myndir:
 

Tórbjørn Jacosben á 13. NAFMC fundi í Malta undir liðini á kanadiska fiskimálaráðharranum, Loyola Hearn.

Fiskimálaráðharrarnir úr Norðuratlants-havinum, frá vinstru: Loyola Hearn, Kanada, Tórbjørn Jacobsen, Føroyar, Einar K. Guðfinnsson, Ísland, Helga Pedersen, Noreg, Joe Borg, ES kommisserur, Alexander Okhonov, umboð fyri Russland og Finn Karlsen, Grønland.

Helga Pedersen, norski fiskmálaráðharrin og Tórbjørn Jacobsen á stimatúri kring Malta

  

 Andras Kristiansen, deildarstjóri og Tórbjørn Jacobsen í Malta