29.09.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ráðstevnan “The Pelagic Complex” gav nógv at arbeiða við

Nógv áhugavert kom fram á ráðstevnuni The Pelagic Complex, sum gevur bæði fiskivinnuserfrøðingum og politisku skipanini nógv at arbeiða við frameftir
 
 
Ráðstevnan, The Pelagic Complex, sum var í Norðurlandahúsinum 7.-9. september var sera væleydnað. Fleiri enn 170 luttakarar vóru á ráðstevnuni, og av teimum vóru umleið 60 útlendingar úr 13 ymiskum londum. Luttakarar vóru úr Noregi, Íslandi, Danmark, Hálandi, Stórabretlandi, USA, Skotlandi, Finnlandi, ES, Russlandi, Kanada, Fraklandi, Grikkalandi og Avstralia.
 
Hjalti í Jákupsstovu, ið var formaður í fyrireikingarbólkinum, er væl nøgdur við luttøkuna og tað, sum kom burturúr ráðstevnuni
 - Ráðstevnan gekk gott, og vit høvdu nógvar áhugaverdar framløgur og góð kjak, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
 
Fyrireikararnir vóna, at tann stóra mongdin av tilfari, sum ráðstevnan gav, verður brúkt til frama fyri menning av okkara pelagisku vinnu og møguleikum, sum hendan vinnan gevur.
 
Ráðstevnan var sera fjølbroytt, og høvi var at fáa eitt gott innlit í tað, sum verður kallað tað “pelagiska kompleksið”. Hóast ráðstevnan lá um somu tíð sum makrelstríðið millum Ísland og Føroyar á aðrari síðuni og Noreg og ES á hinari síðuni, so gjørdist makrelmálið ikki eitt haft um endamálið við ráðstevnuni.
- Eg vil siga heldur tvørturímóti. Makrelmálið lýsti á ein góðan hátt nógv av teimum vegamótum, sum strandarlondini til allar uppsjóvarstovnarnar møta. Talan er um ferðandi fiskastovnar, og tá teir broyta ferðamynstur, so krevur tað nýhugsan hjá teimum, sum samráðast um rættindini til hesar stovnar, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
 
Ráðstevnan var býtt í seks tættir, har ymisk økir av pelagiska kompleksinum vórðu lýst frá fleiri síðum, sum til dømis ymisk viðurskifti innan náttúru við atliti at uppsjóvarfiski, veiði og tøkni, og býti av tilfeingi vóru viðgjørd. Fyrilestrarhaldarar vóru fólk við tilknýti til vinnu og umsiting og serfrøðingar á sínum øki.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er stak væl nøgdur við ráðstevnuna, og fekk nógv burturúr.
- Makrelstríðið gjørdi kjakið dagsaktuelt og gjørdi, at áhugin var stórur fyri ráðstevnuni. Men sjálv ráðstevnan var sera gevandi, eg fekk nógv við og fekk góðar lýsingar av støðuni hjá pelagisku stovnunum. Hvat eru tað fyri spurningar, vit mugu loysa komandi árini, og hvussu skulu vit loysa býtið av teimum ferðandi stovnunum, sigur Jacob Vestergaard.
 
Landsstýrismaðurin sigur, at tað eisini var áhugavert at síggja, hvat tað er, sum ávirkar fiskastovnarnar, og leggur afturat, at umframt sjálva fiskiveiðuna eiga vit eisini at hava í hugsa tað, havsins súgdjór eta, og tað, sum veðurlagsbroytingarnar gera.
 
Tíðindir og framløgurnar frá the Pelagic Complex eru at finna á www.pelagiccomplex.com og www.norden2010.fo