Ráðstevna Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna verið í dag
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri hevur í dag luttikið á Ráðstevnu Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna.
Ráðstevnan var skipað sum ein netfundur og var tað Ísland, sum var vertur fyri ráðstevnuni. Á ráðstevnuni luttók føroyski fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard saman við íslendska fiskimálaráðharranum Kristján Þór Júlíusson, kanadiska fiskimálaráðharranum Bernadette Jordan, Evropanevndarliminum í fiskivinnumálum Virginijus Sinkevičius, norska fiskimálaráðharranum Odd-Emil Ingebrigtsen og russiska varafiskimálaráðharranum Petr Savchuk.
Á fundinum umrøddu Jacob Vestergaard og starvsfelagar hansara, ymisku avleiðingarnar, ið Korona farsóttin hevur havt á fiskivinnuna og sjógætis marknaðir. Eisini vóru framtíðarútlit viðgjørd og vóru fiskimálaráðharrarnir samdir um, at gott samstarv og samskifti var av alstórum týdningi fyri at tryggja langtíðar varðveitslu og sjálvberandi nýtslu av tilfeingi havsins.
Nú tá ið Bretland er vorðið sjálvstøðugt strandarland, var eisini semja á fundinum um at senda Bretlandi innbjóðing, tá ið Ráðstevna Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna verður aftur í 2022.