Uppboðssøla av 600.000 kg av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag, og hetta gjørdist úrslitið:
Akraberg fekk 100.000 kg
Enniberg fekk 300.000 kg
Sjúrðaberg fekk 200.000 kg
Prísurin, ið øll skulu gjalda, er 4,50 kr/kg. Inn komu kr. 2.700.000,-.
Myndin omanfyri vísir tey 8 boðini, ið komu inn.
Sermerkt fyri hesa uppboðssøluna var, at Heykur og Fálkor fingu bjóðað 25.000 kg fyri 4,50 kr., men valdu ikki at taka av. Tí fingu trý tey hægstu boðini bjóða hesi 25.000. Sjúrðaberg tók av teimum 25.000 kg afturat upprunaliga boðinum, eftir at Akraberg og Enniberg ikki tóku av.
Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr/kg.