Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur saman við fiskimálaráðharrunum úr Íslandi, Noregi og ES á fundi í London 3. september 2012 gjørt enn eina roynd at fáa eina loysn á ósemjuni, sum er millum strandarlondini um makrelfiskiskapin. Men partarnir máttu staðfesta, at teir standa ov langt frá hvørjum øðrum, og serliga tá tað snýr seg um, hvussu makrelkvotan skal býtast teirra millum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, leggur dent á, at strandarlondini mugu virða hvønn annan sum javnbjóðis partar í samráðingunum og ta støðu, sum hvørt av teimum hevur til eitt komandi kvotubýti. ”Hesa meginreglu mugu allir partarnir taka til sín, skal ein loysn spyrjast burturúr í komandi samráðingarumførum”, sigur landsstýrismaðurin. “Tí seti eg mína vón til, at ein virðilig loysn verður funnin innan alt ov leingi.”
Ráðharrarnir samdust um, at framhaldandi samráðingar verða seinni í heyst, tá teir árligu strandarlandafundirnir verða. Undir hesum samráðingum fara strandarlondini eisini at umrøða ta vísindaligu ráðgevingina. Ráðharrarnir tóku allir undir við tørvinum, at partarnir leggja uppfyri tí vísindaligu ráðgevingini, tá heildarkvotan verður ásett.