19.03.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ognarviðurskifti og skipað áhugamál landsstýrismansins

Tað hevur, í londunum kring okkum, leingi verið rák í tíðini, at almennir persónar, serliga politikkarar, í okkara føri landsstýris- og løgtingsmenn, upplýsa borgarum landsins um materiellu oganrstøðuna, og møguliga hvørji skipað áhugamál, hesir hava.
 
Nakað av kjaki hevur í seinastuni verið um hesi viðurskifti viðvíkjandi Tórbirni Jacobsen, landsstýrismanni í fiski- og tilfeingismálum. Somikið, at hansara viðurskifti í løtuni verða kannað av landsstýrismálanevndini og løgmanni.
 
Í tíðindum sjónvarpsins, Degi og Viku, tann 13. mars, var spurningurin havdur á lofti, hvørt tað skuldi setast fram sum krav, at fólk sum vórðu vald í landsstýrið, ikki áttu at upplýst landsins borgarum, hvussu ognarstøða teirra var. Hetta hevur ikki verið siðvenja í Føroyum.
Fyri at fólk skulu vita hetta, og fyri at ongin í hvørjum einstøkum føri skal ivast í gegnishøpinum hjá landsstýrismanninum, hevur Tórbjørn Jacobsen nú valt at upplýsa um øll hesi mál á heimasíðu ráðsins. Tilfarið er tøkt undir slóðini: Landsstýrismaðurin.