21.04.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nývaldir limir og tiltakslimir í stýrið fyri Búnaðargrunnin

Stýrislimir:
Elisabeth Eldevig, Fuglafjørður           vald av landsstýrismanninum
Bjørn á Heygum, Tórshavn                 valdur av landsstýrismanninum
Niels Thomas Pedersen, Vestmanna   valdur eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum
Anna Rubeksen, Velbastaður              vald eftir tilmæli frá Bóndafelagnum
 
Tiltakslimir:
Katrina Maria Johannesen, Hoyvík (fyri Elisabeth Eldevig)
Óluva J. Midjord, Skálafjørður (fyri Bjørn á Heygum)
Heðin D. Poulsen, Tórshavn (fyri Niels Thomas Pedersen)
Sigert Patursson, Vatnaskarðar (fyri Annu Rubeksen)
Búnaðargrunnurin verður fyrisitin av einum stýri við 5 limum, umframt 5 tiltakslimum, harav landsstýrismaðurin velur 4 stýrislimir og 4 tiltakslimir, og teir 4 stýrislimirnir velja í felag ein 5. stýrislim og tiltakslim.
5. stýrislimurin skal hava løgfrøðiligt ella búskaparfrøðiligt embætisprógv og skal ikki vera starvsettur í fyrisiting landsstýrisins ella á stovni undir landsstýrinum.
 
Av teimum 4 stýrislimunum og tiltakslimunum, sum landsstýrismaðurin velur, verða ein stýrislimur og ein tiltakslimur valdir eftir tilmæli frá Bóndafelagnum, og ein stýrislimur og ein tiltakslimur verða valdir eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum. Stýrið skipar seg sjálvt, og setur stjóran fyri grunnin.