Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini, og nú er gongd sett á fyrireikingarnar av nýggjum skipi at sigla millum Kalsoynna og Klaksvík. Í ár eru 3 mió. kr. játtaðar til at gera kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er at brúka aðrar 3 milliónir í 2024.
Ætlanin er, at allar fyrireikingar, projektering, verklagslóg og útbjóðing, verða gjørdar í 2024, soleiðis at kjølurin til nýggja Kalsoyarskipið kann strekkjast fyrst í 2025, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Tað er okkara skylda at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum, og fyri nógv fólk hava strandfaraskipini avgerandi týdning. Tí skulu nýggj skip byggjast, samstundis sum landsstýrið arbeiðir miðvíst við at økja um túratalið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Væntandi fer tað at taka eini 2 ár at byggja nýggja Kalsoyarskipið.