Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur nú tilnevnt Fiskivinnuráðið av nýggjum. Nýggjur formaður er Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur, sum starvast sum deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og nýggjur varaformaður er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur.
Hini, sum komandi 4 árini fara at manna Fiskivinnuráðið, eru:
Fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag
Jóhannus M. Olsen, umboð
Tummas Henriksen, varaumboð
Fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag
Niels Winther, umboð
Durita í Grótinum, varaumboð
Fyri Føroya Reiðarafelag
Herálvur Joensen, umboð
Jógvan Jespersen, varaumboð
Fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið
Eyðstein Djurhuus, umboð
Páll Hansen, varaumboð
Fyri Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard, umboð
Andrias Berglíð, varaumboð
Fyri Meginfelag Útróðrarmanna
Absalon í Buð, umboð
Fyri Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum
Absalon Hansen, umboð
Theodor A. Olsen, varaumboð
Skrivari er Sunniva Sólarris, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum.