Umboð fyri Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið øðrumegin og Atlantsflog hinumegin hava skrivað undir nýggjan sáttmála um tyrlutænastu fyri árini 2012 til 2015.
Endamálið við hesum sáttmála er at fáa til vega eina betri loysn á tørvi landsins á innanoyggja tyrluflúgving við fólki, farmi og posti, og tyrluflúgving í samband við leiting og bjarging komandi 4 árini, meðan arbeitt verður við einari langtíðarloysn.
Sáttmálin fevnir um tænastur, ið kunna skipast í tveir høvuðsbólkar:
· Leiting og bjarging, umframt sjúkraflutning
· Ferðafólkaflutning
Nýggi sáttmálin fevnir um tvær bjargingartyrlur – høvuðstyrla og tiltakstyrla - ið so at siga eru á sama tøkniliga støði. Tøka tímatalið til leiting og bjarging, innan fyri føstu sáttmálaupphæddina, verður 250 í nýggja sáttmálanum.
Gamli sáttmálin fevndi um eina bjargingartyrlu og eina vanliga ferðafólkatyrlu, og tøka tímatalið innan fyri sáttmálaupphæddina var 170 tímar árliga.
Endamálið við nýggja sáttmálanum um eina betri loysn byggir á ta fyritreyt, at báðar tyrlurnar – og serstakliga tiltakstyrlan – verða mentar tøkniliga. Arbeiðið hesum viðvíkjandi er byrjað, og verður væntandi liðugt seint í hesum árinum.
Myndugleikin undirlagdur Fiskimálaráðnum, sum kemur at taka sær av rættindum og skyldum hjá Fiskimálaráðnum, er MRCC Tórshavn. Myndugleikin undirlagdur Vinnumálaráðnum, sum kemur at taka sær av rættindum og skyldum hjá Vinnumálaráðnum, er Strandfaraskip Landsins.
Landsstýrismenninir í tilbúgvingar- og vinnumálum, Jákup Mikkelsen og Johan Dahl, fegnast um, at nýggi sáttmálin nú er undirskrivaður. Landsstýrismenninir eru samdir um, at veitingin sambært hesum sáttmála er ein munandi bati í mun til gamla sáttmálan viðvíkjandi leiting og bjarging, eins og ferðafólkaflutningi.
Sáttmalin við fylgiskjølum kann síggjast við at trýsta á leinkjurnar: