16.04.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Nýggjur avrikssáttmáli millum Havstovuna og Fiskimálaráðið undirskrivaður
Týsdagin 13. apríl varð avrikssáttmálin fyri 2010 millum Havstovuna og Fiskimálaráðið undirskrivaður á Havstovuni.
Sáttmálin er tann triði í røðini og viðger m.a. tað, sum Havstovan skal leggja áherðslu á í 2010. Hesi eru m.a. kanningar av makreli, kanningar av føði hjá pelagiskum fiski í føroyskum sjógvi, kanningar av gróðri á Landgrunninum og um, hvussu vitan um vistfrøðilig viðurskifti í størri mun kann takast við í forsagnum og tilmælum.
Avrikssáttmálin kann lesast her.