Í dag, tann 02.12.2020, er nýggja rannsóknarskipið, Jákup Sverri, latið eigaranum, Føroya landsstýri.
Tann 31.10.2020 varð rannsóknarskipið doypt og framsýnt fyri eigaranum og øðrum.
Jákup Sverri er sera framkomið skip, ið júst er bygt til endamálið hjá Havstovuni, ið er at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti.
Skipið er umleið 54 metrar langt og góðar 13 metrar breitt. Motororkan tryggjar eina ferð uppá í mesta lagi 15 míl. Talið á manningarrúmum er 19 og skipið er gjørt út við sjúkrastovum.
Skipið er serstakt bygt við atliti at krøvum til ljóð, soleiðis at skipið líkur øll ljóðkrøv. Hesi krøv eru sera týðandi viðvíkjandi arbeiði innan havrannsóknir.
Samanumtikið er skipið sera væl gjørt út við mest framkomnum tólum til alt virksemi innan havrannsóknir. Umframt hetta, er skipið eisini gjørt út at gera seismiskar kanningar.
Føroyska fyritøkan MEST hevur staðið fyri bróðurpartinum av arbeiðinum. Havstovan hevur havt sera týðandi leiklut í menningini av verkætlanini.
Hjálagt her eru útgreinandi upplýsingar um skipið.