Uppskotið hjá landsstýrinum um fyrisiting av sjófeingi er lagt fram á ting. Uppskotið er eitt nýtt grundarlag undir fiskivinnupolitikki, fiskivinnufyrisiting og kørmunum hjá vinnurekandi til atgongd at fiska og virðisøkja úr fiskiríkidøminum, ið føroyska tjóðin eigur og hevur ræði á.
Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen og Høgni Hoydal
Lógaruppskotið byggir á samgonguskjalið, og á tey tilmæli og tað arbeiðið, sum nevndin, ið gjørdi uppskot til nýggja og varandi skipan fyri fiskivinnuna hevur lagt fram. Harumframt byggir uppskotið á tey sjónarmið, sum eru løgd fram alment, og sum eru komin fram og viðgjørd í samráðingunum og í hoyringunum um nýggja skipan fyri fiskivinnuna.
Mál og mið
Høvuðsmálini, ið ætlanin er at røkka við hesum lógaruppskoti og nýggju skipanini fyri fiskivinnuna, eru millum onnur:
- At staðfesta, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og kann hvørki í lóg ella í verki gerast privat ogn.
- At Føroyar skulu umsita sítt livandi ríkidømi í sjónum varandi og burðardygt við denti á at verja fiskastovnar, havumhvørvið og ta fjølbroyttu vistskipanina í havinum.
- At fara til eina marknaðargrundaða skipan, har atgongd til fiskiríkidømið verður boðin fram á einum opnum marknaði.
- At fiskivinnan og ræðið á tilfeinginum er á føroyskum hondum, og at virðisøkingin fer fram í Føroyum.
- At tað verður gjørligt hjá fólki og feløgum kring landið, ið lúka treytir um ognarskap, skatting, at halda føroyskar manningarsáttmálar o.a. at bjóða seg fram at taka lut í føroyskari fiskiveiðu, og at kappast um at fáa mest møguligt virði burturúr til reiðarí, manning og samfelagið alt.
- At tilfeingisrentan ikki gerst privat søluvøra.
- At vit kunnu menna okkum sum matvøruframleiðandi tjóð og skulu vera millum fremstu lond í heiminum at framleiða dygdarmatvørur og at menna fjølbroyttar hjáúrdráttir úr sjófeinginum til hávirðisframleiðslur – av grunni at munni.
- At vit støðugt kunnu menna royndir, gransking, útbúgving og vitan um allar tættir og øll lið, ið eru knýtt at fiskivinnuni.
Høvuðstættirnir og broytingarnar í uppskotinum
Ein meginregla er, at fiskirættindi kunnu bert bjóðast fram og skifta hendur, um tey verða boðin út um ein almennan marknað.
Uppskotið byggir á tríggjar høvuðssúlur og broytingar í mun til galdandi lóg og skipan:
- Stovnsrøkt og burðardygg veiða.
- Atgongd at fiska og at bjóða seg framat.
- Treytir fyri virksemi, virðisøking og inntøkum í Føroyum.
Harumframt eru nýggjar og herdar ásetingar um eftirlit, revsing, altjóða skyldur o.a.
Størstu broytingarnar í teimum trimum høvuðssúlunum, eru hesar:
Stovnsrøkt og burðardygg veiða:
- Vit skulu fylgja lívfrøðiligum tilmælum og at gera umsitingarætlanir (langtíðarætlanir) fyri at umsita og gagnnýta ymsu fiskastovnarnar.
- Uppskotið er at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Tó verður skotið upp at hava fiskidagaskipan fyri útróður – t.e. øll í bólki 4 og 5.
Atgogd at fiska og at bjóða seg framat:
- Partur av atgongdini til tilfeingið verður boðin út sum brúksrættindi á almennum marknaði. Av uppsjóvarfiski og fiskiskapi á fjarleiðum verða 25% boðin út. Nýggjar og øktar kvotur verða bodnar út.
- Atgongdin verður boðin út sum styttri og longri rættindi – í høvuðsheitum fyri 1 og 8 ár.
- Brúksskylda verður ásett. Verða rættindi ikki brúkt, fella tey aftur til landið, og verða boðin út.
- Fyri tey, sum eru í vinnu í dag, verður atgongd til part av tilfeinginum, har tey, ið hava brúksrættindi, rinda tilfeingisgjald. Loyvi hava gildistíð í 8 ár, og á hvørjum ári skal Løgtingið taka støðu til gildistíðina.
- Í kvotuskipan verður atgongdin at fiska knýtt at feløgum og fólki – og ikki knýtt at veiðifari.
- Øll skip, ið fiska av føroyskum veiðirættindum, skulu verða skrásett í føroysku skipaskrásetingini og lúka treytirnar um føroyskan ognarskap.
- Reglur um miðsavnan av atgongd til fiskirættindi verða ásettar: Fyri tey samlaðu føroysku fiskirættindini verður markið sett til 17,5%, og fyri tríggjar høvuðsfiskiskapir, verður markið sett til 20%: Fyri Uppsjóvarfisk, botnfisk undir Føroyum og fiskiskap á fjarleiðum. Reglurnar eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri útboðin 1 –ára rættindi.
- Royndar- og menningarkvotur kunnu bjóðast fram eftir greiðum treytum.
Treytir fyri virðisøking, virksemi og inntøkum í Føroyum:
- Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Ein fýra ára skiftistíð verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur.
- Øll manning skal fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
- Herdar treytir verða settar til góðkenningar, skatting o.a.
- Fiskur skal landast í Føroyum – minst 75%.
- Alt skal til lands av fiskinum (høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir). Ein skiftistíð verður ásett, so vinnan kann laga seg til broytingarnar.
- Krøv verða sett um, at veiddur fiskur skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu – í minsta lagi 20% av allari veiðu.
- Munandi betri eftirlit og revsireglur verða ásettar. Eftirlitið bæði á sjógvi og við øllum landingum verður styrkt. Og feløg skulu forhondsgóðkennast til tess at bjóða seg fram og taka lut.
Árlig eftirmeting
Skipanin skal sambært uppskotinum viðgerast og eftirmetast á hvørjum ári, har landsstýrismaðurin leggur frágreiðing fyri tingið um tættirnar í fiskivinnuni.
Umframt ásetingarnar í hesum uppskoti til fyrisiting av sjófeingi, leggur landsstýrið í heyst fram uppskot til broytingar í øðrum lógum, ið fylgja tilmælunum frá nevndini, ið gjørdi uppskot um nýggja og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar um at tryggja skatting og vinningsbýti í Føroyum, forða fyri “transfer-pricing” o.a.
Eisini leggur landsstýrið fram serstaka lóg um tilfeingisgjald í heyst.