11.10.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Nýggj stovnsmeting fyri grindahvalir løgd fram á ársfundi í NAMMCO
Tann 20. ársfundurin hjá NAMMCO (Norðuratlantsnevndin fyri samstarv um havsúgdýr) varð hildin í Oslo í døgunum 12. til 15. september 2011.
Vísindanevndin hjá NAMMCO er í ár komin fram til eina dagførda stovnsmeting fyri grindahvalir á okkara leiðum, ið byggir á seinastu hvalateljingar (T-NASS) frá 2007, og sum gevur eitt tal á 128.000 hvalir fyri Føroyar/Ísland kanningarøkið. Nýggja stovnsmetingin er tó ikki samanberilig við gomlu metingina á 778.000 hvalum frá 1989, tí at økið, sum nýggja metingin byggir á, er munandi minni og teljingin var gjørd fyrr um árið. Við øðrum orðum ber ikki til at siga, at stovnurin er minni ella størri nú, enn tá seinasta metingin varð góðkend í 1989.
Hóast dagførda stovnsmetingin enn ikki gevur eina fullfíggjaða mynd av grindastovninum, metir NAMMCO umsitingarnevndin fyri hvalir ikki, at orsøk er at stúra fyri, at føroyska gagnnýtslan av grindahvalum gongur stovninum ov nær. Kortini verður NAMMCO vísindanevndin biðin um at hyggja nærri at hesum spurningi á sínum næsta fundi við støði í veiðitølunum síðan 1997. Arbeitt verður víðari í NAMMCO vísindanevndini komandi árini at dagføra ráðgevingina um grind í sínari heild við støði í nýggjastu gransking. Viðurkent varð, at arbeiðið í Føroyum við at seta sendarar á grind hevur stóran týdning fyri at fáa betri vitan um, hvussu vítt grindahvalurin á okkara leiðum ferðast. Mælt var til, at hetta arbeiðið heldur fram.
Eftir uppskoti frá Føroyum í fjør fer NAMMCO í ár at skipa fyri eini serfrøðingaverkstovu í november um avlíving av smáhvalum við luttøku úr fleiri londum kring heimin, har smáhvalir verða veiddir. Endamálið er at samanbera galdandi praksis og royndir, og koma fram til felags tilmæli um skilabesta tøkni í teimum ymsu veiðihættunum.
Limalondini í NAMMCO eru Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg. Harumframt luttaka umboð fyri Kanada, Russland og Japan sum eygleiðarar í arbeiðinum hjá NAMMCO. Noreg hevur í løtuni formansskapin í ráðnum, og næsti ársfundurin verður hildin í Noregi í 2012, tá 20 ár vera liðin síðan hetta millumlanda samstarvið varð formliga sett á stovn.
Tíðindaskrivið frá NAMMCO sæst her.
Meira fæst at vita á www.nammco.no