Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lýst nýggja kunngerð um avreiðing av livur og tillutan av eyka fiskidøgum. Endamálið við kunngerðini er at eggja skipum og bátum at taka livur við til lands, móti at tey fáa eyka fiskidagar afturfyri.
Í august 2005 samtykti Løgtingið at seta eitt ávíst dagatal av at lata fiskiførum, ið taka livur við til lands. Fiskimálaráðið hevur síðani – fyri eitt fiskiár í senn - lýst kunngerð um avreiðing av fiskalivur og treytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum.
Skipanin er í tveimum: Ein partur (75%) av tøku døgunum verður brúktur til eina ”sjálvvirkandi” skipan, har dagar verða latnir einstøkum fiskifari í mun til ta nøgd, tað letur til virkingar. T.d. fáa línuskip seks fiskidagar fyri tey fyrstu fimm tonsini av livur, sum verða avreidd. Fyri hvørji trý tons, sum síðani verða avreidd, verða tveir eyka fiskidagar tillutaðir.
Hini 25 prosentini av døgunum eru sett av at brúka í sambandi við t.d. verkætlanir um livur og serligar avtalur, sum virkið ger við einstøk fiskifør, um at taka livur. Lagt er tó upp fyri, at óbrúktir dagar í sjálvvirkandi partinum kunnu flytast til verkætlanarpartin og øvugt.
Tølini vísa, at tey trý fiskiárini skipanin hevur verið, eru árliga millum 15 og 21 prosent av tøku døgunum tillutaðir skipum og bátum, sum hava avreitt livur. kunngerdasavn.logir.fo/filusavn/Hefti%209A-2009.pdf