09.05.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nýggj kunngerð um gulllaks

Fiskimálaráðið hevur lýst nýggja kunngerð fyri fiskiskapin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi.


Kunngerðin kemur í staðin fyri gomlu kunngerðina frá 1993.


Høvuðsbroytingin er, at nú er heildarkvota sett fyri, hvussu nógv loyvt er at fiska av gulllaksi í føroyskum sjógvi. Kvotan í 2014 er 16.000 tons.


Eins og í gomlu kunngerðini kunnu seks trolarar (trý pør) fáa loyvi at fiska gulllaks. Fiskiloyvini verða latin teimum seks trolarunum, sum hava verið virknir í fiskiskapinum seinastu árini. Hesir eru: Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Stjørnan, Polarhav, Fram og Vestmenningur.


Fiskiskapurin eftir gulllaksi er skipaður við felagskvotu.


Gamla kunngerðin ásetti serligar leiðir, har trolararnir høvdu loyvi at royna eftir gulllaksi. Hetta er nú broytt soleiðis, at vanligu trolfriðingarnar í føroyskum sjógvi eisini galda fyri fiskiskapin eftir gulllaksi.


Í kunngerðini eru eisini reglur um hjáveiðu: Hjáveiðan av toski, hýsu, upsa og kongafiski kann á hvørjum túri í mesta lagi vera fimm prosent. Hjáveiðan av øðrum fiski kann í mesta lagi vera 15 prosent.


Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir gulllaksi á føroysku landleiðunum í 2014 er tøk á www.kunngerdaportalur.fo.