08.07.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nýggj KT-skipan tikin í brúk í Fiskimálaráðnum og Føroya Skipaskráseting

Fiskimálaráðið hevur, í samstarvi við Atlantstøkni, fingið nýggja KT-heildarskipan, ið hevur fingið nevnið “Teyggjan”. Skipanin er ment í eindum. Fyrsta eindin er ein fiskiloyviseind. Eindin, sum umsitur og skrivar út øll nýggj fiskiloyvi, var alment handað Fiskimálaráðnum 20. januar 2009, og fer hon at lætta um arbeiði ráðsins á økinum.

Fiskimálaráðið hevur harumframt gjørt sáttmála um, at Atlantstøkni skal menna eina skipaskrásetingareind.

Við heildarskipanini verður bert neyðugt við einari skipaskrá, einari umsitingareind og einum kjarna, og hetta hevur við sær kostnaðarbetri rakstur hjá ráðnum bæði í sambandi við menning og umsiting.

Samstarvið millum Fiskimálaráðið og Atlantstøkni hevur verið fyrimyndarligt, og tað er við spenningi, at farið verður undir at víðarimenna heildarskipanina seinni í summar.

Skipaskrásetingin

Atlantstøkni hevur eisini ment nýggja skipaskrá til Føroya Skipaskráseting, sum er seinna eindin í “Teyggjuni”. Sáttmáli var skrivaður 22. desember 2008 um at menna nýggja skipaskrá, og avtalað varð, at skipanin skuldi vera liðug 1. juli 2009. Vit kunnu í dag við gleði staðfesta, at nýggja skipaskráin er avhendað, og tíðarætlanin hevur hildið.

Sunneva Davidsen og Randarsól Mohr, sum starvast á Skipaskrásetingini, hava verið við til at ment skipanina saman við Atlantstøkni, og eru tær sera fegnar um nýggju skipanina.

Skipaskráin er ein sentralur partur í heildarskipanini nevnd “Teyggjan”. Í “Teyggjuni” eru í løtuni umframt Skipaskrásetingareindina eisini Fiskiloyviseindin, ið Fiskivinnustovan umsitur, ein felags umsitingareind, ið verður umsitin í Fiskimálaráðnum og ein kjarni, ið er grundarlagið fyri hinum eindunum.

Í dag eru fleiri desentralar skipaskráir í fleiri ymiskum skipanum, ið verða umsitnar hvør sær. Hetta førir við sær óneyðuga nógva umsiting, og møguleikin fyri feilskrásetingum er óneyðuga stórur. Ætlanin er tí at menna fleiri eindir til “Teyggjuna”, ið brúka hesa einu skipaskrá, ið verður umsitin sentralt av Føroya Skipaskráseting.

Í næstum fer Atlantstøkni at menna eina Alnótseind til almenningin at síggja og leita fram hagtøl úr “Teyggjuni.” Við alnótseindini røkkur skipanin út til øll, ið hava atgongd til alnetið, og tá fer skipanin veruliga at vísa sítt virði, sigur Annfinn Thomsen, KT-leiðari í Fiskimálaráðnum. Greiningararbeiðið er í gongd, og sjálv menningin fer í gongd eftir summarfrítíðina.