Eftir ársskiftið krevst loyvi at fiska hummara, sama um veiðan verður avreidd ella fer til húsbrúk.
Hetta er ásett í nýggju hummarakunngerðini, ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lýst, og sum fær gildi á nýggjárinum.
Fiskimálaráðið er gjørt varugt við, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg í seinastuni, og at hetta er vinnuliga fiskiskapinum til ampa.
Óskipað hummaraveiða gagnar hvørki hummarastovninum ella teimum, sum fiska hummara.
Tí eru reglurnar broyttar soleiðis, at skalt tú fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum, krevst loyvi – eisini tá fiskað verður til húsbrúks. Loyvini eru avmarkað til tey, ið eftir verandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Eingi nýggj loyvi verða latin afturat teimum, sum hava verið í skipanini seinastu árini.
Í kunngerðini, sum nú er lýst, eru eisini nýggjar reglur um at flyta hummaraloyvi millum bátar, umframt regla um, hvussu leingi hummararúsur kunnu standa.
Kunngerð nr. 212 frá 22. desember 2020 um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi er tøk á Kunngerðaportalinum www.kunngerdaportalur.fo.