Avtalan verður á nakað sama støði sum í 2009. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár. Kvotan av kalva verður avmarkað til 40 tons. Hetta er 5 tons minni enn í 2009. Kalvin í íslendskum sjógvi er illa fyri, og Ísland gjørdi vart við, at beinleiðis veiða eftir kalva eftir ætlan verður bannað næsta kvotuár.
Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2010/2011 verður 30.000 tons, um heildarkvotan av lodnu verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5%. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar. Hetta er óbroytt frá avtaluni fyri 2009.
Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður óbroytt 2.000 tons.
Semja er um, at skipanirnar um atgongd at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum halda fram í 2010. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.
Føroyar vístu undir samráðingunum á føroyskt ynski um at kunna veiða rækjur íslendsku megin markið móti Eysturgrønlandi á Dohrnbankanum. Føroysk skip hava rækjukvotu í Eysturgrønlandi, men veiðan verður ofta tarnað av ísi í grønlendskum sjógvi, ímeðan tað kann vera roynandi íslendsku megin markið. Ísland hevur seinastu árini sett sær rækjukvotu uppá 7.000 tons, sum bert verður partvíst gagnnýtt. Avtalað varð, at Føroyar senda Íslandi bræv hesum viðvíkjandi, og Ísland segði seg vilja viðgera hesa umbøn í jaligum anda. Ráðharrarnir umrøddu eisini eitt føroyskt ynski um, at føroysk skip kunnu gagnnýta íslendsku rækjukvotuna á Grand Bank (NAFO leið 3L).