04.02.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nýggj fiskiveiðiavtala gjørd millum Føroyar og Noreg fyri 2009

Samráðingarnar millum Føroyar og Noreg, sum í januar endaðu úrslitaleysar, vórðu tiknar upp aftur á fundi í Keypmannahavn 3. februar 2009. Málið, ið tá skilti partarnar, var um áseting av eini makrelkvotu í Norðuratlantshavi sum mótleikur ímóti eini kvotu, sum ES setir í Biskeiavíkini.

Undan samráðingunum hesaferð høvdu partarnir samskift um hetta málið og vóru komnir ásamt um eina loysn fyri 2009. Avtalað er, at Føroyar og Noreg í felag áseta eina makrelkvotu upp á 35.819 tons, har Føroyar hava 5.310 og Noreg 30.518 tons. Býtið er grundað á verandi býtið í strandarlandaavtaluni. Føroysk skip fáa atgongd at fiska sína kvotu í norskum sjógvi, og norsk skip fáa atgongd at fiska teirra kvotu í føroyskum sjógvi.

Samráðingarnar vóru annars merktar av broytingum í fleiri av heildarkvotunum, sum eru høvuðsstuðlar undir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg. Talan er her um serliga strandarlandakvoturnar av svartkjafti og makreli og heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum.

Semja var um, at føroysku botnfiskakvoturnar í Barentshavinum fara upp við 220 tonsum, at norska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi lækkar við um 4.000 tonsum, og at makrelkvoturnar hækka samsvarandi broytingunum í strandarlandakvotuni. Aðrar broytingar í avtaluni eru ein lækking í føroysku upsakvotuni í Norðsjónum, umframt at yvirføringin av botnfiski úr russiskum sjógvi í norskan sjógv lækkar nakað.

Við støði í heildarkvotunum, ið mynda fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg, er ein avtala fingin í lag, sum tekur hædd fyri teimum broyttu viðurskiftunum í 2009.

Nýggja fiskiveiðiavtalan