Í sambandi við at nýtt fiskiár byrjar 1. september 2011, skulu skip og bátar, sum eru fevnd av fiskidagaskipanini, umframt garnaskip, fáa síni fiskiloyvi endurnýggjað.
Gjørt verður vart við, at treyt fyri at fáa nýtt fiskiloyvi er, at avgreiðslugjald upp á 500 kr. er goldið samsvarandi kunngerð nr. 77 frá 25. august 2008 um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum.
Avgreiðslugjaldið skal flytast á konto 6460-173.368.2 í BankNordik.
Tá goldið verður, skal verða upplýst:
1) Navn á fiskifari og havnakenninganummar
2) Kallimerki
3) Eigari
Fyri at lætta um avgreiðsluna verður biðið um, at avrit av kvittanini verður send Fiskivinnustovuni á telefax nr. 35 30 35 ella um t-post á fisk@fisk.fo.
Vegleiðing og umsóknarblað fyri bátar í bólki 5 liggur á heimasíðu Fiskimálaráðsins.
Hava tygum spurningar, eru tygum vælkomin at venda tygum til Fiskivinnustovuna á telefon 35 30 30.