Á landsstýrisfundi í morgun kunnaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, landsstýrið um, at nýggj Fiskidaganevnd nú er vald fyri komandi 4 árini. Nýggjur formaður verður Dennis Holm. Annars sær umboðanin soleiðis út:
Umboð:
Dennis Holm, formaður
Hertha Olsen, skrivari
Dánjal Jacobsen, umboðandi Felagið Trolskip
Hálvdan Gudmundsen, umboðandi Felagið Línuskip
Theodor Poulsen, umboðandi Felagið Trolbátar
Auðunn Konráðsson, umboðandi Meginfelag Útróðrarmanna
Sniálvur Røvilsberg, umboðandi Føroya Fiskimannafelag
Varaumboð:
Tummas Christophersen, umboðandi Felagið Trolskip
Virgar Hentze, umboðandi Felagið Línuskip
Bjarni Kass, umboðandi Felagið Trolbátar
Asbjørn Djurhuus, umboðandi Meginfelag Útróðrarmanna
Sámal Poulsen, umboðandi Føroya Fiskimannafelag
Nevndin er sett eftir § 5, stk. 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum. (Ll. nr. 38 frá 26. mars 2002)
Ӥ 5, stk. 9 Fiskidaganevndin.
Landsstýrismaðurin velur eina Fiskidaganevnd, umboðandi vinnuna á sjónum, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.
Nevndin og varaumboð verða vald fyri 4 ár í senn.
Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin.
Landsstýrismaðurin velur formann og varaformann og setur skrivara.”