17.02.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Nýggi landsstýrismaðurin hitti starvsfólkið í Fiskimálaráðnum
Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, var í Fiskimálaráðnum í dag og heilsaði uppá starvsfólkið.
Í stuttari røðu nevndi landsstýrismaðurin, at hann áður hevur havt sín starvsstað í Fiskimálaráðnum, og at tað frøddi hann at møta starvsfólkunum aftur. Jacob Vestergaard nevndi tó, at hann hevði ynskt, at umstøðurnar høvdu verið øðrvísi.
Við hesum sipaði hann til málið um floksfelaga sín, Jákup Mikkelsen, ið júst er farin frá sum landsstýrismaður. “Men, soleiðis er politiska talvið nú einaferð, og hetta kunnu vit ikki altíð gera so nógv við”, segði landsstýrismaðurin.
Umboð fyri starvsfólkið bar fram stutta heilsan við ynskjum um gott samstarv við góðum úrslitum sum hægsta endamál.