22.05.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Nú verða fiskiloyvini til fiskiskap eftir makreli og norðhavssild fyri 2013 útskrivað
Kunngerðin, sum skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2013, er nú lýst.
Øll fiskifør undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi kunnu sambært kunngerðini luttaka í fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í 2013. Fyri fiskifør, ið koma undir bólk 5, sambært grein 28, stk. 1. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, krevst tó ikki veiðiloyvi.
Umsóknir um loyvi at fiska makrel og/ella norðhavssild í 2013, skulu sendast Fiskimálaráðnum. Tey, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Eingin umsóknarfreist er, og loyvi at fiska ávikavist makrel og norðhavssild verða útskrivað, so leingi kvota er eftir.
Sambært kunngerð um avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi skal eitt avgreiðslugjald upp á 500 kr. fyri hvørt loyvi vera goldið, áðrenn fiskiloyvið kann skrivast út. Gjaldið skal flytast á konto nr. 6460-173.368.2 í BankNordik. Tá goldið verður, skal tilskilast navn og sýslunummar á fiskifarinum, kallibókstavir og eigari av fiskifarinum.
Eru spurningar, ber altíð til at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon 353030.
Kunngerðin um fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2013 sæst her.
Um kunngerðina Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir ávikavist makreli og norðhavssild í 2013. Føroysk skip kunnu í 2013 fiska 143.795 tons av makreli og 103.180 tons av norðhavssild. Øll fiskifør undir føroyskum flaggi, sum hava veiðiloyvi, kunnu luttaka í fiskiskapinum. Fiskifør, ið koma undir bólk 5, sambært grein 28, stk. 1. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nýtast tó ikki veiðiloyvi. Fyri at luttaka í fiskiskapinum krevst serstakt fiskiloyvi til ávikavist makrel og norðhavssild frá Fiskimálaráðnum. Kvotan av makreli og norðhavssild er býtt soleiðis:
Partur av kvotuni er harumframt settur av til vísindaligar rannsóknir og til vinnuligar fiskiveiðiroyndir. Nótaskipini fáa kvotuna av ávikavist makreli og norðhavssild tillutaða sum eginkvotu, ímeðan restin av flotanum fær kvotu tillutaða sum felags árskvotu. Í summum bólkum er hámark fyri, hvussu nógv eitt einstakt skip kann fiska av felagskvotuni. Hetta er gjørt fyri at stuðla undir skynsama gagnnýtslu av kvotuni og fyri at tryggja, at einstøk skip ikki fiska alla kvotuna undan hinum. Til tess at tryggja gagnnýtslu av kvotuni er lagt upp til, at felagskvota av makreli, sum ikki er fiskað 1. september 2013, verður tøk at fiska hjá øllum skipum, ið fiska av felagskvotu. Eisini er lagt upp til, at um sannlíkindi eru fyri, at kvota av norðhavssild hjá einum bólki ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum skipabólkum at fiska av hesi kvotu. Landsstýrismaðurin skal fráboða slíkar broytingar í góðari tíð. Víst verður á, at serstakar treytir eru fyri fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í 2013, sum m.a. umfata veiði- og avreiðingargjøld og treytir til manningar. Víst verður til Løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2013 um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli í 2013. |