Norðurlendska samstarvið við føroyingum á odda gongur strúkandi
Norðurlendska fiskivinnusamstarvið, sum í ár er undir føroyskari leiðslu, setti á fundunum, sum vórðu hildnir í Føroyum 21.-23. apríl, gongd í fleiri verkætlanir, sum hava lívfeingisbúskapin í hásæti. Í dag byrjar ráðstevna um tara í Norðurlandahúsinum, í juni verður skipað fyri ráðstevna um “vøkstur av bláa lívfeingisbúskapinum” og arbeitt verður við fleiri øðrum áhugaverdum verkætlanum.
Aling av stórtara er rættiliga áhugavert í Føroyum. Til tess at styrkja norðurlendska innsatsin á hesum øki, fíggjar fiskivinnusamstarvið eina ráðstevnu um stórtara , sum verður í Norðurlandahúsinum 5.-7. mai. Serkønu fólkini, sum verða við á ráðstevnuni, eru biðin um at gera eitt upprit til norðurlendska fiskivinnusamstarvið um hvørjar myndugleika forðingar og avmarkingar stórtaraaling og heysting av tara hevur í norðurlondum í dag. Næsta stigið hjá fiskivinnusamstarvinum verður at kanna hesar forðingar og avmarkingar nærri og seta hesar á dagsskránna í politiska kjakinum.
Vit eiga í størri mun at gagnnýta taran og ynski er, at tarin gerast meira vanligur í húsarhaldinum. Tí er avtala gjørd við Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og Leif Sørensen kokk, um at skipa fyri upplýsandi og kveikjandi tiltøkum um tara á Sjómannadegnum í august. Endamálið við tiltøkunum er at fáa meira at vita um, hvussu vit kunnu brúka tara til matna.
“Alt í land” er heiti á eini stórfingnari verkætlan, sum skal kanna hvørjir møguleikar og vansar eru við, at fiskiskip taka alla veiðuna umborð og onki koyra útaftur. Tað verða gjørdar tríggjar sonevndar “business cases” – í føroyskum øki, í Grønlandi í og Barentshavinum. Úrslitið verður eitt nágreiniligt vegkort um at fáa “alt í land” við lønsemi í øllum Norðuratlantshavi. 1,5 milliónir eru settar av til hesa verkætlan, sum væntast liðug í apríl mánað komandi ár.
Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika ráðstevnuna um “vøkstur av bláa lívfeingisbúskapinum”, sum verður í Norðurlandahúsinum í 2. – 3. Juni. Umframt fleiri útlendskar fyrilestrahaldarar koma ráðharrar úr Grønlandi, Íslandi, Álandi og Seychellunum á vitjan. Somuleiðis verður arbeitt við at fyrireika verkstovuna “samstarv millum útróðrarmenn og ferðavinnuna”, sum verður síðst í august. Á verkstovuni verður greinað, hvørjar møguleikar hesar báðar vinnur hava at samstarva. Greitt verður frá norðurlendskum royndum at samantvinna vinnurnar, og víst verður eisini á dømi, har samstarvið er eydnast væl. Verkstovan leggur upp til, at luttakararnir læra av royndunum hjá hvørjum øðrum og hvussu útróður kann vera við til at menna sonevndu fiskiferðavinnuna.
Í sambandi við at WTO hevur mett ES innflutningsbannið fyri kópaskinn at vera diskriminerandi, er ES í holt við at endurskoða hesar reglur. Grønland hevur sett tilgongdina á norðurlendsku dagsskránna. Fiskivinnusamstarvið viðgjørdi málið og hevur sett kópamálið á norðurlendska ráðharrafundin, sum verður tann 25. juni.
Her ber til at lesa skránna fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið.