17.07.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur (NAFMC) verið á Malta 16-17. juli 2015
Fyri 20. ferð hevur fundur verið millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi.
Hesaferð er tað ES við Karmenu Vella, nýggja Evropanevndarliminum í fiskivinnumálum, sum hevur verið vertur á Malta, ið er heimstaðurin hjá Karmenu Vella. Londini, ið luttóku vóru Føroyar, ES, Grønland Ísland, Kanada, Noreg og Russland.
Høvuðsevnið á fundinum var: “Creating a dynamic Blue Economy in the North Atlantic”.
Luttakarar úr Føroyum vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, Andras Kristiansen, deildarstjóri og Jákup Mørkøre, samskipari í Fiskivinnuroyndum.
Niðurstøðan á fundinum (Communiqué) kann lesast her.