21.06.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur (NAFMC) í Narsaq í Grønlandi 20. – 23. juni 2007

Fyri 12. fer er fundur millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi.

Hesaferð er tað Grønland, sum er vertur. Londini ið luttaka eru: Føroyar, Noreg, ES, Russland, Ísland, Kanada og Grønland.

Úr Føroyum luttaka Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Rógvi Reinert, aðalstjóri, og Andras Kristiansen, deildarstjóri.