Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur í St Pætursborg 8-11. juni 2016
Fyri 21. ferð hevur fundur verið millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi.
Hesaferð var tað Russland við Ilya Shestakov, landbúnaðarráðharri Russlands og leiðari fyri russisku fiskivinnuumsitingini, sum var vertur. Londini umframt Russland, ið luttóku, vóru Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Kanada og Noreg.
Høvuðsevnið á fundinum var: “Scientific researches as a tool to ensure sustainable fisheries and environmental sustainability of marine ecosystems”.
Fiskimálaráðharrarnir ásannaðu týdningin av vísindaligum rannsóknum sum grundarlag undir burðardyggum fiskiskapi og umsiting av havumhvørvinum. Í hesum sambandi varð undirstrikað, at rannsóknirnar eiga at umfata vistskipanir, soleiðis at tær bæði fevna um fiskastovnar og umhvørvið sum heild. Hesi viðurskifti eru hornasteinar undir ábyrgdarfullari umsiting og nýtslu av havsins tilfeingi.
Ráðharrarnir góvu lyfti um at halda fram og at menna vísindaliga samstarvið landanna millum.
Óskipaður, ólógligur og ikki fráboðaður fiskiskapur varð eisini umrøddur á fundinum. Ráðharrarnir ásannaðu, at í altjóða høpi er hesin fiskiskapur ein hóttan ímóti burðardyggum fiskiskapi og lógligum handli við fiski og fiskavørum. Ráðharrarnir løgdu dent á, at átøk at forða slíkum ólógligum fiskiskapi skulu verða sett í verk samsvarandi altjóða ásetingum.
Í sambandi við ráðstevnuna nýtti Høgni Hoydal, landsstýrismaður høvi at hava sínámillum fundir við ráðharrarnar úr teimum einstøku londunum :
Ilya Shestakvo, ráðharri við ábyrgd fyri fiskivinnu, Russland
Karmenu Vella, fiskivinnukommiserur, ES
Per Sandberg, fiskimálaráðharri, Noreg
Gunnar Bragi Sveinsson, fiskimálaráðharri, Ísland
Nikolaj Jeremiassen, landsstýrismaður, Grønland
Leslie MacLean, varafiskimálaráðharri, Kanada
Á hesum fundum vórðu áleikandi mál og tvílanda samstarv millum Føroyar og hvørt landi sær viðgjørd.
Niðurstøðan á fundinum (Communiqué) kann lesast her