25.06.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir sett sær fyri at økja framleiðsluna av aldum sjómati
Árligur fundur hevur verið millum fiskimálaráðharrar, og umboð teirra, úr ES, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Kanada, Noreg og Russlandi hesa vikuna. Noreg var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í Brønnøysund 23- 25 juni.
Høvuðsevnið á fundinum var burðardygg alivinna og økt framleiðsla av sjómati.
Í sambandi við at íbúgvaratalið í heiminum veksur almikið næstu árini, verður alt størri tørvur til nøktandi mat til heimin. Tað vísur seg, at munurin millum mattørvin og tað vit kunnu framleiða av mati í heiminum bara veksur. Fiskivinnan kann frameftir ikki framleiða stórvegis meira av mati enn higartil, men hinvegin eru stórir møguleikar í at økja matframleiðslu í alingini.
Semja var um, at londini hava eina felags ábyrgd fyri at økja framleiðsluna, og at henda øking er treytað av, at burðardyggleikin í alingini verður settur í hásæti. Ráðharrarnir undirstrikaðu eisini, at verandi nøgd av fiskamjøli kann ikki nøkta tørvin á alifóðri frameftir. Tí er neyðugt at granska í øðrum hættum at framleiða alifóður.
Grønland verður vertur fyri fundinum í 2014.