Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, hevur sett nevndina, sum millum annað skal meta um skipan fyri fiskiskapi eftir botnfiski á føroysku landleiðunum. Kjarnin í arbeiðinum er at greina, hvussu veiðiorkan í fiskidagaskipanini møguliga er broytt. Serliga verða atlit tikin at tekniskari menning og tal av fiskidøgum, í mun til tað sum hildið verður rætt búskaparliga og lívfrøðiliga, at taka úr fiskistovnunum á føroyskum havleiðum.
Hendan nevnd er staðfest, sum ein partur av nýggja samgonguskjalinum.
Í nevndini sita:
Kjartan Hoydal, formaður.
Absolon í Buð, umboðandi línu og húk.
Danial Jacobsen, umboðandi trol.
Atli Gregersen, umboðandi fiskifrøði og búskap.
Sunniva Joensen, umboðandi umsitingina og løgfrøði.
Hertha Olsen, umboðandi vinnulív og ráðgeving.
Bjarti Thomsen, umboðandi reiðskapsgransking.
J J Maguire er umboðandi vísindaligu ráðgevingina. Hann hevur í mong ár luttikið vegna Fiskirannsóknarstovuna í tí arbeiðsbólki, sum hevur við føroysku stovnarnar at gera, eins og hann mangan hevur samstarvað við Fiskirannsóknarstovuna.
Helgi Jacobsen, tíðindamaður, verður skrivari í bólkinum.
Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum handaði bólkinum fyrsta arbeiðssetningin í dag og nevndin hevur longu havt sín fyrsta fund.
Ætlandi skal nevndin vera liðug við arbeiði sítt í juni mánaða.
Fiski- og Tilfeingismálaráðið tann 7. mars 2008.