27.11.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

NEAFC ÁRSFUNDUR 2007

Samandráttur
 
26. ársfundurin hjá NEAFC (Nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum) varð hildin í London í døgunum 12.-16. november 2007.
Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum “Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland” (DFG). Innan NEAFC samstarva limalondini Føroyar/Grønland (DFG), ES, Ísland, Noreg og Russland um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
 
·           Við støði í avtalunum millum strandalondini um svartkjaft, norðhavssild og makrel samtykti fundurin        reguleringar fyri fiskiskapin eftir hesum felags ferðandi fiskastovnum í altjóða sjógvi í 2008.
 
·         Viðv. pelagiskum kongafiski í Irmingarahavinum varð gjørt av at venda aftur til málið á einum serligum fundi 15. & 16. januar 2008. Fiskiskapur er bannaður fram til 1. apríl 2008.
 
·         Í tíðarskeiðnum 1. sept. til 16. nov. 2008 er loyvt at fiska 14.500 tons av pelagiskum kongafiski norðanfyri. Hetta er sama skipan sum í 2007. Hámarksveiðan er tó 1.000 tons minni. Skipað verður fyri eini miðvísari granskingarætlan komandi ár innan ICES og í samstarvi við vinnuna til tess at útvega betri vitan um kongafiskastovnin á hesum leiðum.
 
·         Eftir uppskoti frá DFG gjørdi ársfundurin hesa ferð av, at loyva fiskiskapi eftir búrfiski í 2008 so, at hvørt land kann fiska upp til 150 tons av búrfiski. Í 2007 hevur ikki verið loyvt at fiska búrfisk.
 
·         Fyri onnur djúphavsfiskasløg heldur skipanin, sum hevur verið seinastu árini, fram. Hendan skipan sigur, at royndin eftir djúphavsfiski ikki skal fara upp um 65 prosent av royndini undanfarin ár. Eftir hesum kunnu føroysk skip fiska í 341 dagar eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2008.
 
·         Sum fyrsti felagsskapur av sínum slagi, samtykti NEAFC í 2004 at friða fimm leiðir í altjóða sjógvi fyri øllum fiskiskapi við botntroli og faststandandi reiðskapi. Endamálið er at verja viðbrekin habitat á djúpunum í altjóða sjógvi. Fundurin hesa ferð gjørdi av, at friðingarnar halda fram í 2008. Harafturat verða økisfriðingarnar á pørtum av Hatton Bank og Rockall eisini galdandi í 2008.
 
·         Fundurin umrøddi eisini spurningin um ólógligan fiskiskap í altjóða sjógvi – sonevndu sjórænaraskipini. Tiltøkini, NEAFC hevur sett í verk fyri at steðga skipum, sum taka lut í ólógliga virkseminum, hava gjørt stóran mun.
 
·         Ársfundurin viðgjørdi eisini mál um fíggjar- og umsitingarmál og samstarv við aðrar økisfelagsskapir. Serliga er talan um at NEAFC og OSPAR - sum er havverndarfelagsskapurin fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum - skulu gera eina formliga sínámillum samstarvsavtalu.
 
Í føroysku sendinevndini vóru Kate Sanderson, Fiskimálaráðið, (leiðari), Jens Helgi Toftum, Fiskimálaráðið, Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan, Sigmundur Ísfeld og Bárður Mortansson, Sendistova Føroya í London, Martin Kruse og Meinhard Gaardlykke fyri Fiskiveiðieftirlitið.
 
Tíðindaskrivið frá NEAFC ársfundinum, umframt samtyktu uppskotini, eru at finna á heimasíðuni hjá NEAFC: www.neafc.org