Á 24. ársfundinum hjá NASCO fyrst í juni varð avgerð tikin um, at veiðireglurnar fyri laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi í 2008 verða tær somu sum undanfarin ár.
Við støði í tí vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild eru í, varð samtykt ikki at áseta nakra kvotu fyri føroyskan sjógv, men taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi.
Føroyar halda fast um rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi. Føroyar átalaðu, at onnur lond framhaldandi loyvi laksafiskiskapi í árum, sum eru illa fyri, samstundis sum somu lond arbeiða ímóti laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi.
Føroysk skip hava seinastu 15 árini at kalla ikki fiskað laks. Árin 1980 til 1990 veiddu føroysk skip millum 250 og gott 1.000 tons av laksi árliga. Besta árið var 1981, tá veiðan var 1.025 tons. Síðani 1984/85 hevur NASCO regulerað fiskiskapin í føroyskum sjógvi. Grønland veiðir um 20 tons árliga til húsbrúks.
24. ársfundurin hjá NASCO varð hildin í døgunum 4. til 8. juni 2007 í Bar Harbor, Maine, USA.
Laksastovnarnir í Norðuratlantshavinum eru sum heild illa fyri. Hóast væl av laksi fer úr áunum á ferð í Norðuratlantshav, kemur lítið av laksi aftur í áirnar. Seinastu árini eru nógv tiltøk sett í verk til tess at verja laksastovnarnar, og hava Føroyar og Grønland gingið á odda við at hava avmarkað og seinni hildið seg frá at fiska laks á vinnuligum grundarlagi.
Vísindaliga tilráðingin frá ICES um laksafiskiskap á opnum havi er sum heild at halda veiðuna á so lágum støði sum gjørligt og í einstøkum førum als ikki at fiska. Serstakliga eru laksastovnar úr áum í sunnara londunum illa fyri. Tá tað serliga er laksur úr hesum áunum, sum ferðast norður eftir í føroyskum sjógv, mælir ICES frá, at laksur verður veiddur í føroyskum sjógvi. Sjálvt ein avmarkaður fiskiskapur í føroyskum sjógvi verður hildin at verða ein hóttan ímóti laksastovninum í onkrari á, sum framman undan er illa fyri.
Avgerð um fiskiskap 2008
Á fundinum boðaðu Føroyar frá, at samstundis sum lond framhaldandi loyva laksafiskiskapi í áum, har stovnarnir eru illa fyri, ella har londini ikki kunnu veita vissu fyri, at laksafiskiskapurin í teimum einstøku áunum er burðardyggur, frásiga Føroyar sær ikki møguleikan at fiska laks í egnum sjógvi. Føroyska sjónarmiðið er, at tá onnur lond loyva fiskiskapi í áum, har laksastovnurin er illa fyri, er ikki haldgott grundarlag fyri at Føroyum verður álagt ikki at fiska laks í føroyskum sjógvi.
Ársfundurin samtykti, at møguligur føroyskur laksafiskiskapur í 2008 skal skipast sum undanfarnu árini. Samtyktin ásannar rættin hjá Føroyum at kunna fiska laks í egnum sjógvi og tekur til eftirtektar, at føroyskir myndugleikar ikki hava loyvt fiskiskapi seinastu árini grundað á ta vánaligu støðuna, sum laksastovnarnir eru í.
Ítøkiliga merkir hetta, at NASCO ikki ásetir nakra kvotu fyri føroyskan sjógv. Taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi, skal tað verða gjørt við atliti at m. a. tí vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir eru í, umframt at NASCO skal verða kunnað um avgerðina, so møguleiki er fyri at kalla til fundar í NASCO at umrøða avgerðina.
Vinnuligur laksafiskiskapur verður ikki loyvdur í grønlendskum sjógvi. Grønland hevur seinastu árini kortini veitt um 20 tons av laksi til húsbrúks og til avmarkaða sølu innanlands.
Onnur mál
NASCO hevur seinastu árini arbeitt við at seta í verk eina altjóða granskingarætlan um laks – serstakliga tíðarskeiðið í sjónum. Endamálið er at kanna, hví so lítið av laksi kemur aftur í áirnar. Vónandi fæst munandi fígging frá 7. granskingarprogramminum hjá ES, men av tí at Føroyar ikki enn eru knýttar at granskingarsamstarvinum hjá ES eins og onnur lond, verður arbeitt við at fíggja føroyska partin á annan hátt. Ein partur av hesum er, at Føroyar seta fiskirannsóknarskip til taks eitt ávíst tíðarskeið.
Ársfundurin umrøddi eisini tilgongdina, sum varð sett í verk at meta um, hvussu limalondini hava sett samtykti hjá NASCO í verk. Ein arbeiðsbólkur hevur viðgjørt tilfar frá limalondunum, men er ikki liðugur. Henda tilgongdin heldur fram, nú eisini við atliti at eini møguligari uttanhýsis meting um arbeiðið hjá NASCO sum millumlanda fiskiveiðifelagsskapur við ábyrgd fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi.
Fleiri upplýsingar um NASCO eru á www.nasco.int