14.09.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

NAMMCO viðger nýggja stovnsmeting av grindahvalum

Í ár fegnaðust limalondini um, at útlit eru fyri, at bæði hvíthvala- (beluga) og náhvalastovnarnir við Grønland aftur fara at menna seg, m.a. tí at Grønland hevur sett eina nýggja kvotuskipan í verk, ið fylgir tilmælum frá vísindanevndini. Undanfarnu árini hevur NAMMCO gjørt vart við, at stig eiga at vera tikin til at tryggja, at veiðan í Grønlandi kemur á eitt burðardygt støði.
 
Í 2007 samskipaði NAMMCO umfatandi hvalateljingarnar í Norðuratlantshavinum. Ein nýggj stovnsmeting av grindahvalum byggir á hesar hvalateljingar, og stovnsmetingin verður viðgjørd í serligum arbeiðsbólki í oktober og í NAMMCO vísindanevndini komandi vár 2010.
 
Á NAMMCO fundinum var semja um at seta eitt størri arbeiði í gongd til at samanbera ymsar frymlar fyri at kanna sambondini millum havsúgdjór og fisk í vistskipanini, soleiðis at vitan á økinum kann mennast. Enn er trupult at gera neyvar niðurstøður um, hvussu nógvan fisk hvalir og kópar eta, og NAMMCO fer at raðfesta hetta arbeiðið høgt komandi árini.
 
Eftir áheitan frá Japan var eisini semja um at biðja NAMMCO samskipa eina meting av avlívingarhættum í japanskari granskingarveiðu eftir stórhvalum. Føroyar hava í hesum sambandi eftirlýst kunning frá Japan um smáhvalaveiðu teirra. Fleiri túsund springarar verða riknir í land í Japan hvørt ár, serliga í japanska býnum Tajii, men lítið er kunnað um, hvussu teir verða avlívaðir. Meira kunning fer vónandi eisini at hava við sær eina menning av royndum og vitan millum Føroyar og Japan.
 
Meira fæst at vita við at venda sær til Kate Sanderson, deildarstjóra, í Uttanríkisráðnum ella Ullu S Wang, ráðgeva, í Fiskimálaráðnum.
 
Sí eisini www.nammco.no