Í døgunum 2. – 4. september 2008 verður 17. ársfundurin hjá NAMMCO hildin í Sisimiut í Grønlandi. NAMMCO er Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdýr, og limalondini eru Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland. Harumframt luttaka Kanada, Japan, Danmark og Russland sum eygleiðarar.
Eftir áheitan frá Føroyum kemur vísindanevndin hjá NAMMCO á ársfundinum við uppskoti um hvussu áhaldandi kanningar av grindahvali við Føroyar kunnu skipast á hentasta og kostnaðarbesta hátt. NAMMCO staðfesti í 1997, at føroyska grindaveiðan er burðardygg, og við áhaldandi skipaðum kanningum kann metast um veiðan framhaldandi er og verður burðardygg. Seinasta umfatandi kanningarverkætlan av grindahvali við Føroyar varð gjørd í 1986-1988. Síðan tá hevur Náttúrugripasavnið staðið fyri regluligum kanningum av grindahvali, men vísindanevndin hjá NAMMCO kemur nú við tilmæli um, hvussu vit í vísindahøpi kunnu fáa sum mest burturúr eini samskipaðari innsavnan av sýnum frá grindahvalum, sum gera landgongd í Føroyum.
Á sumri 2007 varð ein umfatandi hvalateljing gjørd tvørturum Norðuratlantshavið (sokallaða T-NASS), sum vísindanevndin hjá NAMMCO samskipaði. Seinni í ár, tá tilfarið er liðugt viðgjørt, verða nýggjastu stovnsmetingarnar fyri ymsu hvalastovnarnar latin, herundir eisini fyri grindahval á okkara leiðum.
Á ársfundinum verður eisini spurningurin um NAMMCO skal fara meira aktivt inn at umsita stórhval viðgjørdur. Hetta hevur verið eitt av endamálunum við felagsskapinum síðani NAMMCO varð stovnað í 1992. Í Altjóða hvalaveiðinevndini IWC er stór ósemja um hvørt burðardygg stórhvalaveiða skal loyvast. Gongdin seinnu árini hevur víst, at í IWC verður trupult at finna nakra semju, og tí er ynskiligt at NAMMCO tekur umsitngaravgerðir á okkara leiðum.
Ein fundur millum serfrøðingar var á heysti 2007 hildin um møguligar heilsuligar vinningar fyri fólk at eta hvala- og kópalýsi. Nógvar kanningar hava víst, at høgt innihald av n-3 feittsýrum frá havsúgdýrum hevur positiva ávirkan á heilsuna. Úrslitini av hesum serfrøðingafundi verða løgd fram og viðgjørd á ársfundinum.
Føroyar hava havt formansskapin í NAMMCO síðan 2004, og Kate Sanderson, serfrøðingur í Fiskimálaráðnum, er forkvinna.
Í føroysku sendinevndini til NAMMCO ársfundin verða: Ulla Svarrer Wang, ráðgevi í Fiskimálaráðnum, sendinevndarleiðari, Dorete Bloch og Geneviève Desportes, Náttúrugripasavnið, Jústines Olsen, djóralækni og Hans Jacob Hermansen, Grindamannafelagið.
Eitt NAMMCO tíðindaskriv frá ársfundinum verður væntandi tøkt seinnapartin hósdagin 4. september.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Kate Sanderson, Fiskimálaráðið, tel. 353030, fartelefon: 553247
NAMMCO: www.nammco.no