11.02.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nakrar orðingar úr samgonguskjalinum

Niðanfyri eru settar upp nakrar orðingar, ið eru partar av samgonguskjalinum, og sum beinleiðis kunnu setast í samband við arbeiði, ið Fiskimálaráðið verður partur av.

 

Umsitingin av øllum náttúrutilfeingi og øll lóggáva í hesum sambandi verður savnað á sama stað.

Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin verður umskipað soleiðis, at hon verður kappingarfør við aðrar skipanir av hesum slagi.

Skipast skal soleiðis fyri, at mest møgulig virðisøking úr føroyskum tilfeingi liggur eftir í Føroyum, og allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í framleiðsluni.

Samgongan ásannar, at tað er ein trupulleiki, at brúksrættindini til almenna náttúrutilfeingið verða handlað og seld á privata marknaðinum.

Tørvur er á eini tjóðarsemju um fiskivinnupolitikkin.

Samgongan er samd um, at skipanin skal verða endurskoðað eftir hesum meginreglum:

- Brúksrættindini skulu umsitast og umsetast gjøgnum ein almennan fiskirættindamarknað.

- Skipanin skal vera liberal. Fiskivinnan skal skipast sambært vanligum marknaðar- og kappingartreytum, og politiski myndugleikin skal ikki kunna býta út loyvi, fiskirættindi ella áseta prís fyri tíðaravmarkaðan brúksrætt.

- Skipanin skal vera sjálvregulerandi, soleiðis at vinnan og príslegan sjálv tillagar seg innan karmarnar.

- Skipanin skal vera varandi og tryggja, at føroysk fiskiveiða er burðardygg.

- Møguleikin verður kannaður, at heimaútróður við smábátum ikki verður fevndur av skipanini.

- Leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøðiligu ráðgevingini verða styrkt.

- Endurmetingin av veiðitrýstinum verður framd alt fyri eitt.

- Fiskiveiðieftirlitið verður hert.

- Nýggj trygdarmiðstøð verður bygd í Klaksvík.