Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur valt nýggjar limir í metingarnevndina.
Limir:
Ari Johannesen, cand.merc. formaður
Margreth Djurhuus, rakstrarleiðari
Tiltakslimir:
Súsanna í Búðini, bóndi
Jón Simonsen, ognarmeklari
Sum serkønar hjálparar hjá metingarnevndini hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at tilnevna hesi:
Antines Iversen, landm. teknikari, Umhvørvisstovan
Barbara Mikkelsen, byggifrøðingur, Føroya Byggifrøðingafelag
Magni Dalsgaard, arkitektur, Arkitektafelag Føroya
Fía Selma Nielsen, Føroya Óðalsfelag
Nevndirnar eru valdar fyri 6 ár.
Metingarnevndin skal viðgerða spurningar um endurgjald í sambandi við ognartøku o.a. eftir býarskipanarlógini. Uppgávan hjá teim serkønu er at leiðbeina nevndina í ymiskum spurningum.