Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, verður vertur fyri eini almennari vitjan úr Evropasamveldinum, nú Maria Damanaki, evropanevndarlimur, vitjar Føroyar í døgunum 11. - 12. desember 2013.
Undir vitjanini fara fiskimálaráðharrin og evropanevndarlimurin at tingast um mál av felags áhuga.
Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing úr Føroyum.
Meira fæst at vita um vitjanina við at venda sær til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á tlf. +298 553249.