Tað eydnaðist ikki at fáa eina semju um makrelin í samráðingunum, sum hesa vikuna hava verið í London.
Enn er ov langt millum partarnar til at finna eina loysn. Tað, ið skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makrelinum skal býtast millum londini.
Eingin nýggjur samráðingarfundur er avtalaður, men partarnir fara væntandi at taka støðu til hetta ein av fyrstu døgunum.
Føroyar luttóku saman við ES, Íslandi og Noreg í samráðingunum um makrelin í London.