07.07.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Makrelfiskiskapurin umrøddur á fundi hjá norðurlendsku fiskimálaráðharrunum

Á fundi millum norðurlendsku fiskimálaráðharrarnar í Finnlandi var eisini spurningurin um makrel­fiski­skapin umrøddur. Hetta varð gjørt, eftir at nevndin fyri umhvørvi og tilfeingi hjá Norðurlandaráðnum hevði sent strandarlondunum, umframt Norðurlendska Ráðharraráðnum, skriv við áheitan um, at strandarlondini seta seg aftur við samráðingarborðið, so ein loysn verður funnin. Harumframt leggur nevndin dent á, at partarnir í ósemjuni taka lut í at menna granskingina viðvíkjandi útbreiðsluni av makrelstovninum, so grundarlagið fyri eini semju millum partarnar verður betur.
 
Johan Dahl, landsstýrismaður, segði seg vera fegnan um, at málið verður tikið upp í norðurlendskum høpi. Hetta gevur pørtunum á ráðharrastøði møguleika fyri at umrøða teir mest átrokandi spurningarnar í málinum – m.a. fleiri og felags átøk viðvíkjandi gransking, sum Norðurlandaráðið eftirlýsir.
 
Johan Dahl vísti á, at ósemjan ikki er millum tveir bólkar (Noreg og ES ímóti Føroyum og Íslandi), so sum Norðurlandaráðið leggur málið fram. Talan er um 4 partar – ES, Føroyar, Ísland og Noreg – sum skulu semjast um, hvussu makrelstovnurin í framtíðini skal verða umsitin og veiddur á einum burðardyggum grundarlagi. Býtið millum partarnar er ein fundamentalur partur av hesum.
 
Seinastu árini hava verið um 10 samráðingarfundir millum partarnar, umframt at partarnir við fleiri onnur høvi hava umrøtt málið. Í tí sambandi legði landsstýrismaðurin dent á, at fyri Føroyar er hetta eitt sera álvarsligt mál, og tí hava Føroyar tikið stig til fundir á ráðharrastigi við allar partarnar í ósemjuni.
 
Í skrivunum frá Norðurlandaráðnum verður mælt til meiri felags gransking av veðurlagsbroytingum, og tí ávirkan hetta kann hava á fiskiskapin. Eisini verður heitt á norðurlendsku londini og Norðurlendska Ráðharraráðið um at menna og betra um vísindaliga grundarlagið undir metingunum um útbreiðsluna av makrelstovninum. Meiri vitan fer at betra um fortreytirnar fyri at kunna gera eina semju um býtið av makrelstovninum.
 
Í tí sambandi segði landsstýrismaðurin seg vera samdan við Norðurlandaráðið.
Men í sama viðbragdi vísti hann á, at útbreiðslan av makrelstovninum í dag og tann fyri 10-15 árum síðani er ein heilt onnur. Tað er seinastu árini staðfest, at útbreiðslan av makrelinum er broytt, og at hann er longur norðuri og vestari enn áður í stórum nøgdum.
 
Fyri at fáa eitt so gott grundarlag sum gjørligt at taka avgerð um býtið er neyðugt, at londini seta orku av til at kanna útbreiðsluna av makrelstovninum.
 
Tískil hava Føroyar seinastu árini tikið stig til kanningar av hesum slagi og fara framhaldandi at gera tær. Hetta snýr seg bæði um rognakanningar at fáa til vega tilfar til stovnsmetingar og yvirlitstrolingar um summarið at kanna útbreiðsluna. Á yvirlitstrolingunum verða eisini kanningar gjørdar av svartkjafti og sild, so ein heildarmynd fæst av útbreiðsluni av hesum stovnum í Norðurhøvum.
Hesar kanningar eru ætlaðar at verða gjørdar yvir fleiri ár í samstarvi við Ísland og Noreg.
 
Kanningarnar higartil hava staðfest ta broyttu útbreiðsluna av makreli og givið nógva vitan um tann týdning, sum hesar havleiðirnar hava sum føðigrundarlag hjá m.a. makrelinum.
 
Landsstýrismaðurin vísti á, at hesar kanningar júst eru ta slag av gransking, sum Norðurlandaráðið heitir á londini um at fremja.
 
Føroyar fara aftur í ár at gera slíkar kanningar. Í ár verða tær gjørdar í samstarvi við Ísland. Tíverri hevur Noreg boðað frá, at tey ikki fara at luttaka á hesum sinni, men hava raðfest aðrar uppgávur fram um. Hóast ES fleiri ferðir er biðið um at vera við, hevur onki ES land sett skip ella fólk av til kanningarnar.
 
Landsstýrismaðurin harmaðist, at Noreg í ár ikki raðfestir hesar, eftir hansara tykki, so átrokandi kanningar av makrelstovninum. Talan er jú um kanningar, sum skulu fáa til vega nýggja vitan, sum so kann verða partur av tí vísindaliga grundarlagnum undir tingingunum millum strandarlondini og eini loysn á ósemjuni um makrelfiskiskapin.
 
Johan Dahl, landsstýrismaður, endurtók, at Føroyar taka undir við áheitanini frá Norðurlandaráðnum um meiri kanningar av makrelstovninum, og at Føroyar aftur í ár raðfesta hetta, fyri strandarlondini, so týdningarmikla arbeiðið.