08.06.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Makrelfiskiskapurin fyri 2012 er skipaður við atliti at virðisøking, arbeiðsskapan og breiðari luttøku

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt seinastu hond á arbeiðið at evna til eina kunngerð, ið hevur til endamáls at staðfesta, hvussu heildarkvotan verður býtt millum bólkar av fiskiførum.
 
Talan er um eina serstaka støðu. Tað hevur ikki eydnast strandarlondunum at finna semju um eina avtalu um felags makrelveiðu, og tí hava londini ásett sær sína egnu kvotu. Føroyska kvotan í 2012 er munandi størri enn tær nøgdir, vit søguliga hava veitt. Tískil er í høvuðsheitum talan um nýggjar kvotur, sum skulu lutast út.      
 
Landsstýrið gjørdi tíðliga í ár semju um at skipa politiska partin av arbeiðinum breitt í samgonguni. Tí varð ein politiskur fylgibólkur settur við umboðum úr samgonguflokkunum.
 
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur, við luttøku í hesum fylgibólki, fingið semju um høvuðsásetingarnar í lógaruppskotunum og kunngerðini. Spurningarnir um býtið av heildarkvotuni, luttøku, avgjøld og umskiping fingu serstaka viðgerð í politiska fylgibólkinum.
 
Fiskiskapurin eftir makreli er skipaður eftir nøkrum atlitum, har samgongan miðar eftir:
-          At mest møguligt av makrelinum fer til matna og best møguligan prís.
-          At mest møguligt av fiski kemur um føroyskan kaikant.
-          At makrelfiskiskapurin virkar arbeiðsskapandi í føroyskum høpi.
-          Og at sum flest í vinnuni fáa møguleika at sleppa framat tilfeinginum.
 
Viðgerðin av hesum máli hevur verið grundað á breiða luttøku innan politisku skipanina, umsitingina og vinnuna. Skipanin av fiskiskapinum røkkur yvirskipaða endamálinum hjá samgonguni innan hetta økið nevniliga; virðisvøkstur, breiða luttøku í fiskiskapinum, vinnu- og vísindaligar royndir eins og stimbran til fleiri arbeiðspláss í Føroyum.
 
Avgjøld
Ásetingarnar um avgjøld eru gjørdar við støði í samgonguskjalinum. Tí verður avreiðingargjald lagt á óvirkaðan uppsjóvarfisk, ið ikki fer um føroyskan kaikant, ella ikki verður latin føroyskum framleiðsluskipum. Samgongan hevur tó ikki mett tað ráðiligt at taka allar møguleikar frá vinnuni um at skipa seg við atliti at móttøku og frysting. Tí verður umskiping loyvd til skip undir fremmandum flaggi, tó mótvegis avgjaldi upp á 2 kr. kg.
 
Eigarar av fiskiførum, sum fáa rætt at veiða makrel í 2012, rinda eitt veiðigjald, ið er tengt at, hvussu nógv farið veiðir. Jú størri nøgd eitt far veiðir, jú størri verður gjaldið fyri kilo. Hetta merkir, at tey feløg, ið fáa lut í teimum størstu kvotunum, gjalda tey hægstu gjøldini.
 
Manningargjaldið, ið var partur av upprunauppskotinum, er tó ikki partur av endaliga uppskotinum.
 
Skipan av fiskiskapi og kvotu
Nótaskipini eru tann parturin av flotanum, ið hevur størstu royndirnar innan hesa vinnugrein, og er fiskiskapurin í hesum bólki skipaður sum eginkvota. Tí er semja um, at hesin bólkur eisini í 2012 fær tillutað kvotuna sum eginkvota á umleið sama støði sum seinasta ár.
 
Ætlanin er, at Havstovan framhaldandi skal hava best møguligar umstøður at gera vísindaligar royndir. Tí skal partur av kvotuni vera tøkur til samsýning til skip, ið gera vísindaligar kanningar fyriskipaðar av Havstovuni. Skipanin av makrelfiskiskapinum skal eisini geva rúm fyri vinnuligum verkætlanum og royndum, ið kunnu birta undir tøkniliga menning innan størri virðisvøkstur og nýskapan. Tí verður ein kvota sett av til vinnuligar makrelroyndir. Eftir umsókn kunnu áhugað fáa lut í hesi kvotu, um so er, at umsitingin, við hjálp frá serkønum, metir, at dygdin av royndunum verður nøktandi við atliti at endamálinum.
 
Politisk semja er um, at allir skipabólkar, og øll fiskifør undir føroyskum flaggi, skulu hava møguleika at veiða makrel í 2012. Tí verða tey tonsini, ið eru tøk, eftir at kvotan er býtt til nótaskipini og vísindaligar-/vinnuligar royndir, býtt til ymsar skipabólkar, ið fevna um allan flotan. Bólkabýtið er í høvuðsheitum tað sama, ið er galdandi fyri annan fiskiskap í síni heild. Hesin parturin av kvotuni verður latin sum felagskvota við hámarki. Slík skipan tryggjar, at skip ikki kunnu selja kvotuna, um so er, at tey ikki ætla at gagnnýta hana sjálvi. Hámarkið verður sett á kvotuna í bólkunum fyri at minka um vandan við “kappfiskiskapi”, sum merkir, at skip veiða so stóra nøgd sum til ber, skjótast til ber, heldur enn at skipa fiskiskapin eftir bestu góðsku til best møguligan prís. Bólkabýtið í hesum partinum av fiskiskapinum er somuleiðis gjørt við tí endamáli at minka um vandan fyri “kappfiskiskapi”.
 
Full gagnnýtsla av kvotuni er sera týðandi við atliti at skipan av fiskiskapinum. Tí verða ásetingar gjørdar í kunngerðini um møguligar broytingar, ið hava til endamáls at tryggja, at kvota, sum ikki verður gagnnýtt av ávísum skipum, kann gerast tøk hjá øðrum. Sama endamálið – full gagnnýtsla – er eisini grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin hevur eina avmarkaða kvotu at ráða yvir.
 
Avgerðin um tonsatalið í teimum ymsu skipabólkunum er bygd á eina áseting, ið er grundað á, hvussu nógv fiskifør væntandi kunnu luttaka innan ávísa bólkin, hvussu stór førini í einstøku bólkunum eru, hvønn veiðihátt tey vanliga brúka, eins og hvussu stóra veiðiorku førini væntandi hava. Í ein ávísan mun hevur eisini verið hugt eftir, í hvønn mun skipabólkar hava mist veiðirættindi seinastu árini.
Sum áður sagt, so kann veiðinøgdin hjá ymsu skipabólkunum møguliga hækkast sum frá líður, tí kvota, sum ikki er gagnnýtt innan ávísa tíðarfreist í ávísum bólki, kann latast øðrum.
 
Jacob Vestergaard
Landsstýrismaður
 
Kunngerðin og lógirnar síggjast á www.logir.fo undir Kunngerðasavn.