19.05.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Makrelfiskiskapur í 2011

Landsstýrið hevur í kvøld latið Løgtinginum uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri makrelfiskiskapi í 2011.
 
Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa heimild at seta tað í verk, sum langtíðarsemjan millum Samgonguna, Tjóðveldi og Framsókn leggur upp til fyri fiskiskapin í 2011. Uppskotið staðfestir ásetingar um skipan av kvotuni viðvíkjandi avgjaldi, uppboðssølu, manning og gransking.